Í løtuni eru øll eygu í "Fótbóltsføroyum" vend ímóti Klaksvíkini, har NSÍ og HB spæla hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypinum
Fylg við her
Í kvøld verða eyguni móti Tórsvølli, har AB og B68 bresta saman í upp- og niðuflytingardysti. Hetta er fyrstu ferð síðani 2005, at ein slíkur verður. Tað er tað 10. plássið í Betrideildini, ið er uppá spæl. Tað er longu greitt, at Skála flytur niður, og at 07 Vestur flytur upp, og nú skal greiða fáast á, um tað verður ein
AB vann 4-0 á EB/Streymi á seinasta leikdegi og gav harvið sær sjálvum eina lívlinju. Nú skal arbeiði gerast liðugt. B68 endaði nummar fýra í 1. deild, og tí er eingin ivi um, at AB er favorittur.
Óli Olsen í steypadyst móti Víkingi fyrr í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Argjamenn hava tó bert vunnið ein dyst í ár, og B68 hevur nakrar royndar leikarar og svongdina at koma aftur í Betrideildina - har hava toftamenn ikki verið síðani 2016. AB skal royna at tryggja sær sítt fjórða ár á rað í fremstu røð.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.00. Vit verða á staðnum og fylgja gongdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald