Tað var á Tórsvølli fríggjakvøldið, at argjamenninir sigraðu 2-1 á B36 í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið.
Sum heild var dysturin javnur, við fáum málmøguleikum til báðar partar, men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, fekk AB hol á. Málskjútti var Rói Vilhelm. Hann skoraði bæði málini hjá argjaliðnum.
Tað var Rani í Soylu, sum skoraði einasta málið hjá B36 í 38. minutti. Síðani var aftur javnleikur, inntil seinasta málið varð skorað, tá 13 minuttir vóru eftir av dystinum.
Sostatt hevur AB á fyrsta sinni vunnið U21 steypakappingina.
Fleiri myndir frá dystinum síggjast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald