Fótbóltur

Serie A: AC Milan tapti fyri fyrstu ferð í næstan tíggju mánaðir

Juventus fekk ein sera týdningarmiklan sigur í Milano í gjárkvøldið. Oddastríðið í Italia er í mun til undanfarnu árini sera tætt.

Tað varð meistaraliðið Juventus, ið er á 4. plássi í løtuni, sum megnaði at koppa Milan (Mynd: EPA)

Tað varð meistaraliðið Juventus, ið er á 4. plássi í løtuni, sum megnaði at koppa Milan (Mynd: EPA)

2021-01-07 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AC Milan var í fleiri ár eitt stórfelag í fríum falli, men seinasta árið hevur Stefano Pioli fingið gott tamarhald á liðnum. Zlatan Ibrahimovic, ið var skaddur til stórdystin í gjár, hevur avgjørt eisini gjørt mun, og frá tapinum fyri Genoa 8. mars og fram til í gjárkvøldið, tapti Milan ikki í Serie A. Talan var um 27 dystir á rað.

Harvið kom koronasteðgurin væl við á ein hátt hjá felagnum, sum seinast vann italska meistaraheitið í 2011. Síðani er tað bert Juventus, ið hevur vunnið "Scudettoina", og tað var stórfelagið úr Torino, ið koppaði AC Milan í gjárkvøldið.

Tað var tó ikki við toppskjúttanum Cristiano Ronaldo í lyklaleiklutinum. Federico Chiesa skoraði til 1-0 og 2-1, Pablo Dybala legði upp til bæði málini, og innskifti Weston McKinnie stongdi hurðina fyri Milan, tá eitt korter var eftir. Davide Calabria skoraði málið hjá Milan.

Úrslitið merkir, at einki lið í teimum fimm størstu deildunum í Evropa (Serie A, La Liga, Premier League, Ligue 1) er ósigrað í 2020/2021, og at tað nú er heilt tætt í oddinum í Serie A. AC Milan er framveigs oddalið, men grannarnir Inter eru bert eitt stig aftanfyri. Trý stig aftanfyri Milan er Roma. Juventus er sjey stig aftanfyri á 4. plássi. Meistararnir hava tó leikt ein dyst færri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder