Hondbóltur

Aðalroyndin verður við Tjarnir klokkan 19

Spælarar skulu royna seg - bæði í mun til skaðastøðu og møguligan leiklut til HM-endaspælið. FM1 sendir frá klokkan 18.30, og Portalurin hevur beinleiðis blogg frá klokkan 17.30.

Nakað av ivamál hevur verið um Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe, sum hevur verið darvað av hælsinuni seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Nakað av ivamál hevur verið um Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe, sum hevur verið darvað av hælsinuni seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-22 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spælt verður ikki í so stóran mun fyri úrslitinum men meira fyri at síggja ymiskt ting og møguligar loysnir undir dystunum - hetta fyri at fáa nógvar spælarar í dystarstøður.

Hetta staðfesti Claus Mogensen í viðtalu við FM1 hósdagin

Les meira: Støðan í Ikast hevur ikki órógvað HM-fyrreikingarna

Ísland vitjar við Tjarnir klokkan 19. Grannalondini hittust eisini í EM-undankappingardysti 15. oktober í Reykjavík - tá vóru Føroyar omaná.

Nú snýr tað seg um fyrireikingar til EM í Týsklandi, sum liðini ferðast saman til mánadagin. 

[object Object]
Føroyska venjaratoymi fer eftir øllum at døma at blanda kortini eitt sindur ymiskt gjøgnum dystin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tríggir málverja eru í HM-hópinum - Annika Fríðheim Petersen sum her sæst við bóltinum - hevur ikki spælt landsdyst síðani EM. Hetta vegna barnsburð (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Karin Egholm spældi nakað í venjingardystinum móti blandaðum dreingjaliðið hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá Føroyum hevur ivamál verið um blaðungu vongspælararnar úr H71, Karina Egholm og Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe. Karin hevur vant meira og meira við gjøgnum vikuna, og fótliðið burdi verið í nóg góðum standi til at spæla í næstu viku eisini. Anna Elisabeth hevur havt trupulleikar við hælsinuni í seinastuni, men skal hon sum sklst royna seg eitt sindur í kvøld. Venjarin var rímiliga bjartskygdur hóskvøldið.

Hava nógv tilfar úr stórhøllini við Tjarnir

Hóast eitt endaligt úrslit í slíkum dystum ikki altíð merkir so nógv, so er tað týðandi fyri føroyska liðið at spæla ein góðan dyst frammanfyri egnu áskoðarum áðrenn fráferð til Týsklands.

Okkara miðil fer eisini at spíla seg út og nýta hetta sum eina aðalroynd.

Frá klokkan 17.30 verður benleiðis bloggur á Portalinum við myndum og teksti frá upphitingini við Tjarnir - hon byrjar klokkan 16.30. Undir dystinum ber til at fylgja gongd inn á har, og aftaná taka vit samanum.

FM1 sendir frá klokkan 18.30, tá Pætur Nolsøe og Teitur Joensen sita til reiðar á svalanum. Teir fara at siga frá dystinum og aftaná vera samrøður - eisini á Portalinum.

HM-fyrireikingardystur 
Leygardagin 22. november
19.00: Føroyar - Ísland 

Fylg við á FM1 og á Portalinum (Livescore er eisini á portal.fo/roysni.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder