Fótbóltur

Stór upphiting í sambandi við HM-upphitingardystinum

Føroyar og Ísland spæla klokkan 19 leygarkvøldið, og FM1 sigur frá dystinum, umframt at Portalurin ger nógv burturúr. Dyrnar við Tjarnir lata upp klokkan 16.30.

Føroyska fjepparafelagið undir dystinum móti Montenegro í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska fjepparafelagið undir dystinum móti Montenegro í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-21 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskir hondbóltsfjepparar hava leygarkvøldið møguleikan at senda kvinnulandsliðið væl avstað til søguliga HM-endaspælið í Týsklandi.

Fyri Føroyar byrjar tað mikukvøldið 26. november klokkan 19.30 - við dysti móti Montenegro sum var seinasta gestaliðið við Tjarnir.

Tað var í EM-undankappingardysti 18. oktober. Tríggjar dagar frammanundan spældu, og vunnu, Føroyar í Íslandi. Í morgin vitjar Ísland við Tjarnir, áðrenn liðini ferðast saman til Týsklands og endaspælið mánadagin.

[object Object]
Føroyar og Ísland spældu í Reykjavík 15. oktober. Nú bresta tey saman aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: HM-hópurin fyrireikaði seg við at spæla móti dreingjaliði

FM og Portal gera nógv burturúr - og nógv verður gjørt burturúr í høllini

Talan er um týðandi fyrireikingardyst fyri Føroyar. Og Hondbóltssambandið og stuðlar hava spíla seg út við upphiting.

Dyrnar við Tjarnir lata upp klokkan 16.30. Nósi vitjar, kappingar - um millum annað hvør kastar harðast - eru á skránni, og so verða hoppiborgir og andlitsmáling.

til ber at keypa atgongumerki her

FM1 sendir beinleiðis og hevur eisini eina upptakt frá klokkan 18.30

Á Portalinum verður beinleiðis bloggur, við myndum og teksti, og aftaná taka vit saman um við tí og við samrøðum.

HM-fyrireikingardystur 
Leygardagin 22. november
19.00: Føroyar - Ísland 

Fylg við á FM1 og á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder