Fótbóltur

Adrian avgerandi í Hillerød-sigri

Skoraði flott mál til 1-0 og vann brotsparkið til seinna málið í 2-0 sigrinum á Pingel og Horsens. Daniel Johansen spældi fullan dyst.

Adrian Justinussen vísti aftur sínar dygdir við høgra beininum (Mynd: Hillerød)

Adrian Justinussen vísti aftur sínar dygdir við høgra beininum (Mynd: Hillerød)

2024-10-25 22:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AC Horsens og Sebastian Pingel vitjaðu á Norðursælandi í kvøld, men fyrrverandi Hillerød-áleyparin og liðið á 3. plássið fingu einki burturúr móti liðnum, sum frammanundan var nummar níggju í næstbestu donsku deildini.

Hetta er serliga takkað verið einum føroyingi. Stutt fyri steðgin fekk Adrian Rúnason Justinussen fatur á einum “næsta bólti” á miðjum vølli. Hann stríddi seg framvið mótsstøðuspælara, rak eitt sindur afturat og høgdi síðani til við sterka høgra beininum úr smáum 30 metrum.

Bólturin fór niður í longra máhorn: 1-0 til Hillerød.

Tíðliga í seinna hálvleiki varð Adrian feldur í brotsteignum, tá hann royndi at sleppa til nýtt skot við høgra beininum: Brotsspark, sum Tobias Arndal umsetti til mál. 2-0 varð endaliga úrslitið.

Málið og uppleggið, umframt onnur hæddarpunkt, síggjast á campo.dk her.

Adrian Justinussen spældi 70 minuttir í kvøld. Hann hevur nú skorað 9 mál í 14 dystum í NordicBet-deildini hetta kappingarárið. Bert ein hevur fleiri (10) 26-ára gamli føroyski vongurin hevur framvegi ikki byrjað inni nakran kapingardyst á A-landsliðnum.

Daniel Johansen er aftanfyri Viljorm Davidsen í røðini á vinstra bakki har. Í kvøld spældi Daniel aftur 90 minuttir á vinstra vongbakki. Hann stóð seg væl - málið hildið reint og hevði millum annað góða skotroynd.

Hillerød er nú á 8. plássi við 17 stigum fyri 14 dystir. Næsta uppgáva er Hvidovre á heimavølli næsta fríggjakvøldið.

Liðið hjá Hørði Askham vann týðandi 1-0 sigur á Kim Engstrøm og B93. Roskilde er tó framvegis niðast í næstbestu donsku deildini. Hørður Askham spældi tíverri ikki við - hann hevur ein knæskaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder