Hillerød sendi Roskilde heim við ongum úr Farum í gjárkvøldið, og Adrian Rúnasson Justinussen var stóri maðurin, tá felagið fekk sín fyrsta sigur í kappingarárinum.
Adrian skoraði í 37. minutti og 77. minutti og vóru hetta einastu málini í dystinum. Tað er fremvegis ikki eydnast at útvega upptøkur av málum Adrians.
Hillerød hevur nú fýra stig fyri trý umfør, og Adrian Rúnason Justinussen hevur fýra mál eftir tríggjar teir fyrstu dystirnar í NordicBet-deildini í 2024/2025. Harvið javnsettur toppskjútti í næstbestu donsku deildini.
Hillerød á sætta plássi - Fredericia er á øðrum plássi. Tað eydnaðist ikki Mattiasi Lamhauge og liðfeløgunum at halda fast í fullum stigatali. Á 25-árs føðingardegi málverjans tapti Fredericia 1-0 í Kolding.
Tað var eisini neiligt við føroyskum brillum, at Daniel Johansen ikki kom inn fyri Hillerød. Vinstri bakkurin hevur framvegis ongan minutt spælt siðani skiftið til felagið í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald