Fyri ellivu árum síðani hittust Manchester United og Chelsea í regninum í Moskva og leikti eina dramatiska Champions League finalu, ið United vann eftir brotssparkskapping. Tað var tá, at Sir Alex Ferguson stóð á odda og Cristiano Ronaldo skoraði mál uppá samluband.
(Seinast tvey ensk lið vóru í finaluni, skoraði Ronaldo fyri United, ið vann á Chelsea - Mynd: Sky Sports)
Hetta var fyrstu ferð, at tvey ensk lið hittust í finaluni í størstu evropeisku kappingini fyri lið. Hetta verður endurtikið í ár. Tað er greitt, eftir at Liverpool vendi 0-3 til 4-3 móti Barcelona týskvøldið, og at Tottenham skoraði trý mál í 2. hálvleiki í Amsterdam í gjár
Júst Tottenham gjørdist fyrsta liðið úr Onglandi til at vinna eina evropeiska kapping (Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1963) Fimm ár seinni vann Manchester United Evropa Cup fyri meistarar, tað sum nú er Champions League.
Ensk lið sótu á hesari kapping seinast í 1970'árunum og í byrjanini av 1980'árunum. Frá 1977 til og við 1982 vann eitt enskt lið á hvørjum árið (fimm útav seks ferðir var talan um 1-0 sigur) Liverpool, ið er mest vinnandi enska liðið í evropeiskum fótbólti, vann tríggar av hesum undir Bob Paisley og síðani aftur í 1984. Nottingham Forrest vann tvær á rað undir Brian Clough, og Aston Villa vann kappingina í 1982.
Í hesari øldini hava ensku liðini javnan verið í finaluni, men tað eru tey sponsku liðini, ið hava dominerað. Liverpool vann dramatisku finaluna í Istanbul í 2005, Arsenal tapti árið eftir fyri Barcelona, og frá 2008 til 2011 var United tríggar ferðir í finaluni. Eftir sigurin á Chelsea tapti liðið hjá Sir Alex tvær ferðir fyri Barcelona. Í 2012 vann Chelsea yvirraskandi finaluna á Bayern München - finalan varð leikt í München. Eftir hetta var enskur turkur til í fjør, har Liverpool rakk finaluni, men tapti fyri Real Madrid.
Hetta er sjeyndu ferð hesa øldina, at lið frá sama landi hittast í finaluni. Í 2000, 2014 og 2016 vann Real Madrid á sponskum mótstøðuliðið, í 2003 vann Milan á Juventus eftir 0-0 og síðani brotsparkskapping á Old Trafford, og í 2013 tapti Dortmund við Klopp á odda fyri Bayern á Wembley.
Í kvøld er góður møguleiki fyri, at bæði Arsenal og Chelsea spæla seg víðari í finaluna í Europa League.
Fótbóltur
Aðru ferð at ensk lið hittast í finaluni
Bæði Liverpool og Tottenham framdu ótrúlig comeback í hálvfinalunum.
Liverpool og Tottenham bresta saman í Madrid 1. juni (Mynd: EPA)
2019-05-09 16:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald