Framsøkna málið hjá Flogbóltssambandinum er, at um 3-4 ár skulu A-landsliðini hjá kvinnum og monnum leika í evropiskum CEV undankappingum. Langtíðar avtalur eru gjørdar við landsliðsvenjarar í hesum sambandi og ungdómsarbeiði fyri landslið hjá FBF verður harumframt tillagað hesum málið.
Higartil hava føroysku A-landsliðini í flogbólti leikt á oyggjaleikum, leikt onkrar kappingar sum eru skipaðar fyri smærri lond og so onkrar einstakar landsdystir. Landsliðsarbeiðið hevur so verið skipað eftir hesum einstøku kappingum ella dystum.
Á aðalfundinum hjá FBF fyrr í ár valdi Magnus Tausen at fara frá sum formaður eftir at hava sitið í sessinum í 20 ár, og í hansara stað var Peter Holm valdur sum formaður. Magnus Tausen heldur tó áfram í nevndini. Winnie Simonsen stillaði ikki uppaftur og ístaðin var Jóhan á Mýrini valdur. Nevndin hevur síðani skipað seg við Jónley Poulsen sum næstforkvinnu.
Nýggja nevndin hevur lagt framsøknar ætlanir fyri landsliðini. Málið er, at um 3-4 ár skal Føroyar kunna luttaka í vanligum evropiskum undankappingum fyri A-landsliðini hjá monnum og kvinnum, og sum ein avleiðing av hesum verður ambitiónsstigið fyri U-landsliðini eisini uppstigað. Hetta merkir, at talan frameftir fer at verða um eitt áhaldandi landsliðsarbeiði og ikki bara fyrireikingar til einstakar kappingar.
- Hetta er gjørt, tí tað er neyðugt at royna at lyfta ambitiónsstigið fyri flogbóltin og at geva okkara bestu leikarum nýggjar avbjóðingar eins og at geva øllum leikarum okkurt spennandi at stremba eftir fyri á tann hátt at menna flogbóltin í Føroyum, sigur nýggi formaðurin, Peter Holm.
Í hesum sambandi eru langtíðarsáttmálar gjørdir við venjara hjá kvinnum og monnum.
Jens Bang, er settur sum landsliðsvenjari hjá monnum umframt U19, við tí málið at byggja upp eitt lið, sum um 3-4 ár kann taka stigið og luttaka í vanligu undankappingunum hjá CEV. Jens Bang hevur sum venjari vunnið eina røð av donskum meistaraheitum, steypakappingum og norðurlendskum meistaraheitum og hevur m.a. verið hjálparvenjari hjá danska kvinnulandsliðnum. Suni Hansen verður hjálparvenjari hjá Jens Bang.
Lars Engell, sum í eina tíð hevur verið landsliðsvenjari hjá kvinnum heldur áfram umframt at hann eisini heldur fram sum venjari hjá U19. Tó hesufer við einum langtíðarsáttmála við sama málsetningi sum venjarin hjá monnum. Lars hevur eisini vunnið eina røð av donskum meistaraheitum, steypakappingum og norðurlendskum meistaraheitum, umframt at Lars longu kennir føroyskan flogbólt, tí hann frammanundan hevur verið venjari hjá kvinnulandsliðnum, umframt høvuðsvenjari hjá KÍF. Kristian Mikkelsen verður hjálparvenjari hjá Lars Engell.
Arbeiðið við U landsliðunum verður eisini uppstigað, og arbeiðshættirnir tillagaðir málsetningunum fyri A-landsliðini. Fyri U15 og U17 hjá gentum er Romica Øster settur sum venjari, ímeðan Christian Imhoff er settur sum venjari fyri U15 og U17 hjá dreingjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald