Fótbóltur

Ætlar at byggja savn til æru fyri Mohamed Salah

Egyptiski ráðharrin fyri ítrótt hevur ætlanir um at heiðra Liverpool áleyparan.

2019-01-14 19:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

 

Egyptiski áleyparin hjá Liverpool, Mohamed Salah, er ein sera væl umtóktur maður í heimlandinum. Leikarin, sum seinastu tvey árini er kosin besti fótbóltsleikari í Afrika, er so væl umtóktur, at myndugleikarnir nú ætla at byggja eitt savn til heiðurs fyri hann.

Egyptiski ráðharrin fyri ítrótt, Ashram Sobhy, sigur, at hann fyrireikar byggingina av einum savni, sum skal uppkallast eftir Mohamed Salah, við Gezira Ungdómsmiðdepilin í Kairo.

Ráðharrin sigur við enska Express, at allir egyptar eru stoltir av tí Mohamed Salah hevur megnað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder