Annað

Afrika: Russland og Hvítarussland skulu vera vælkomin

Olympisku nevndirnar í teimum afrikonsku londunum siga í felags fráboðan, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi eiga at sleppa við til OL í París.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-03-04 16:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðskeiðis í februar samdust umboð úr 35 londum um, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi eiga at verða útihýstir úr OL, sum verður í franska høvuðsstaðnum París næsta ár.

Les eisini: 35 lond samd um at Russland og Hvítarussland skulu útihýsast

Men tær olympisku nevndirnar í Afrika eru ikki samdar í hesum.

Í dag boðar felagið fyri olympisku nevndirnar í Afrika, Anoca frá, at Russland og Hvítarussland skulu vera vælkomin at luttaka í OL í 2024.

– Limirnir eru samdir um, at russiskir og hvítarussiskir íðkarar kunnu luttaka í øllum altjóða kappingum, sigur Anoca í fráboðan sambært DR.

Hjá altjóða olympisku nevndini, IOC eru tey eisini opin fyri, at íðkarar úr hesum londum kunnu luttaka undir neutralum flaggi, men einki er endaliga avgjørt enn.

Les eisini: – Tað verður endin á OL, sum vit kenna tað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder