Flogbóltssamband Føroya:
Føroyar – Kroatia, kvinnur 0-3 (10-25,6-25, 13-25)
Fyrstu løtuna gekk tað nokk so væl hjá Føroyum, og støðan gjørdist 4-5. Men so kom proppur í, og Kroatia vann ellivu stig á rað og legði seg á odda 16-4. Trý stig á rað til Føroya frá 7-20 til 9-20, áðrenn Kroatia vann 25-10, munaðu væl, so at settið at enda kom undir heitið “eitt heiðurligt tap”, tí Kroatia er hóast alt styrkismett nummar 10 í Evropa.
Um annað sett mugu vit bara siga, sum var: Vit fingu bank! 1-6 gjørdist til 2-11, og tá Kroatia hevði fingið 25, vóru vit komin upp á 6. Einasta ljóspunkt í settinum var, tá Milja Silvansdóttir brúktið høvdið – bókstaviliga – og skallaði ein lobbara í gólvið hjá Kroatia til støðuna 4-16.
Í triðja setti gekk nógv betur og vit hildu nokk so fast í Kroatia til 7-9, tá munurin vaks til 8-17, áðrenn Kroatia vann settið 25-13.
Hetta var síðsti dysturin í hesi fyrstu EM-undankappingini hjá Føroyum, sum varð skipað eftir hesum leistinum.
Føroyar endaðu aftast í bólkinum við ongum stigi. Hesum høvdu vit eisini roknað við. Nummar 1 gjørdist Rumenia, sum í dag vann 3-2 á Ísrael. Á øðrum plássi kemur Kroatia, sum saman við Rumenia hevur vunnið seg í EM-endaspælið næsta ár. Bæði fingu 14 stig; Rumenia settmun upp á 16-6 og Kroatia settmun upp á 16-7. Ísrael á triðja plássi fekk 8 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald