Hondbóltur

Aftur H71 og Neistin í finaluni

Tað verður ein endurtøka av finaluni hjá monnum tá H71 og Neistin spæla um steypið.

Men um tað verður H71, sum stendur eftir við steypinum aftur hesaferð, er ikki vist (Mynd: Jens Kr. Vang)

Men um tað verður H71, sum stendur eftir við steypinum aftur hesaferð, er ikki vist (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-13 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv ongantíð tann veruligi spenningurin í seinnu hálvfinaluni millum H71 og VÍF. Frá fyrru hálvfinaluni millum liðini vóru hoyvíkingar á odda 33-24, og tí skuldi nógv til at koppa H71.

Hetta hendi heldur ikki, og í hálvleikinum var støðan 15-10 til H71. Tað vil siga at munurin var 14 mál.

Dysturin endaði við einum 27-23 sigri til H71, sum sostatt spældi seg í steypafinaluna.

[object Object]Steypafinalan 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mótstøðuliðið verður eins og í fjør Neistin. Tað gjørdist greitt í dramatikki í Kollafirði leygarkvøldið. KÍF vann fyrra dystin í Havn 26-25, og tí var spenningurin í hásæti tá liðini hittust aftur í seinnu og avgerandi hálvfinaluni.

Úrslitið gjørdist ikki greitt fyrr enn í allar seinasta sekundi, tá neistamenn fingu brotskast. Ágúst Ingi Óskarsson misnýtti ikki møguleikan, og sendi bóltin í netið til 27-26 til Neistan. Samlaða úrslitið gjørdist javnt 52-52, men Neistin hevði fleiri útivallarmál.

Finalan hjá monnum, sum er ein endurtøka frá í fjør, verður leikt næsta leygardag, 19. februar. H71 hevði munin í fjør og vann eftir longda leiktíð.

Hjá kvinnum eru tað H71 og Kyndil sum hava spælt seg í steypafinaluna, sum verður leikt 19. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder