Fótbóltur

Aftur í eldin í Litava

Føroysku kvinnurnar skulu fyri aðru ferð uppá tríggar dagar royna seg móti Litava.

Hetta var byrjanaruppstillingin sunnudagin í Kaunas - í dag verða allarhelst fleiri broytingar
(Mynd: Andrass Thomsen/FSF)

Hetta var byrjanaruppstillingin sunnudagin í Kaunas - í dag verða allarhelst fleiri broytingar (Mynd: Andrass Thomsen/FSF)

2019-04-09 06:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin seinnapartin spældu kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Litava á fyrsta sinni javnleik. Í sættu uppgerðini millum londini endaði tað 2-2. Heidi Sevdal legði Føroyar á odda við brotssparki í 9. minutti, og áleyparin javnaði fyri Føroyar tíðliga í 2. hálvleiki við frálíkum málið. Serliga seinni hálvleikur var góður frá føroyskari síðu. 

Les eisini: 
Heidi Sevdal tryggjaði Føroyum javnleik í Litava

Eftir eina róliga venjing í gjár skulu Føroyar nú aftur dystast við litaviska liðið. Leiðin gongur í morgun úr Kaunas til høvuðsstaðin Vilnius. Har hittast liðini til venjingardyst nummar tvey. Tað er á LFF leikvøllinum, ið er tjóðarleikvøllur, at spælt verður. Seinasta summar leiktu mennirnir hjá KÍ 1-1 javnleik har í Europa League. 

John Petersen legði undan fyrra dystinum dent á, at tað var umráðandi at síggja allar leikararnir í hesum venjingardystunum. Í heyst fer EM-undankappingin í gongd, og tá hevur tað nakað at siga, at leikarar ið eru tøkir til landsliðið hava verið í eldinum nýliga og hava leikt eitt sindur saman. 

Sunnudagin fekk Julia Naomi Mortensen debut, og tað fáa Ása á Reynatúgvu og Nadja Dam Johannesen allarhelst eisini í dag. Hugsandi er, at aðrar ið ikki leiktu so nógv sunnudagin fáa størri leiklut í dag. 

Dysturin byrjar klokkan 11.00 lokala tíð - tað vil siga klokkan 09.00 føroyska tíð. Tað er tíverri ikki møguligt at stroyma dystin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder