Tað er veruligur ruðulleiki á Argjum.
Eftir alt rokið um sáttmálar við útlendskar leikarar er felagið komið í eina keðiliga støðu við høvuðsvenjara á besta liðnum.
Sámal Erik “Bagge” Hentze ynskti at vera loystur úr starvi, og fyribils tóku Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen yvir, og vóru venjarar tá AB tapti tepurt ímóti HB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Nú hava hesir báðir eisini takkað fyri seg, veit bolt.fo í dag.
Dimma.fo skrivar seinnapartin, at ítróttarstjórin í felagnum, Jonas Dal Andersen, fyribils hevur ábyrgdina av besta liðnum, meðan leitað verður eftir aðrari loysn.
AB spælir sunnudagin ímóti B36, og liggur á sætta pláss við tíggju stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald