Fótbóltur

Afturum føroyameistaraheitið hjá KÍ

Eitt filmslið fylgdi í fjør KÍ í FM-stríðnum. Úrslitið er ein tíma long sending, sum verður víst í Televarpinum næsta leygardag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-02-11 16:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingarárið 2021 vann fremsta mansliðið hjá KÍ føroyameistaraheitið í stórum stíli. Við 72 stigum og 99 málum og eftir eitt sannførandi avrik kundi liðskiparin lyfta FM-steypið upp í loft í Gøtu tann 30. oktober. Eitt filmslið fylgdi liðnum gjøgnum árið, og úrslitið er sendingin, KÍ eru vit, sum vísir søguliga góða kappingarárið hjá KÍ.

Sendingin, sum er samstarv millum RACLIP, Bláu Bylgjuna og Televarpið, er ein tíma long, og har eru fleiri av hæddarpunktunum við.

Nevnast kunnu dysturin millum KÍ-HB í Klaksvík, sum endaði við, at Árni Frederiksberg javnaði til 2-2 við frísparki í síðstu løtu, fyrsti altjóða dysturin í Klaksvík, sum tó endaði við tapi og dysturin 16. oktober, tá KÍ endaliga staðfesti sítt meistaraheitið 2021. Hyggjarin sleppur við í skiftingarrúmið, og ein túr heim til spælarar, sum fyrireika seg til dyst og so seta spælarar og venjari orð á bæði góðar og minni góðar løtur í kappingarárinum.

Mikkjal K. Thomassen og KÍ longdu sáttmálan á sumri í fjør fram til 2025, men í grundini mundu partarnir farið hvør til sítt.

Í 2021 skoraði KÍ tilsamans 105 mál, 99 í landskappingi, eitt í steypakappingini og fimm í Conference League.

Øll málini eru við í sendingini, sum Solby Christiansdóttir, journalistur, hevur lagt til rættis. RACLIP hevur staðið fyri framleiðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder