2021-12-01 13:45
Agnar Prestá verður næsta ár partur av toyminum rundan um Føroyameistararnir í Klaksvík.
Hesum boðar KÍ frá á heimasíðuni í dag.
Klaksvíkingurin hevur farna kappingarár verið hjálparvenjari hjá ÍF, men leitar sær nú aftur til heimbýin.
Agnar Prestá og Mikkjal Thomassen (Mynd: Ki.fo)
Agnar Prestá verður komandi ár hjálparmaður hjá høvuðsvenjaranum Mikkjali Thomassen og fer at verða høvuðsvenjari hjá einum av eldru dreingjaliðunum.
Hann hevur royndir bæði sum ungdóms- og vaksnamannavenjari í felagnum. Hann er nú í gongd við UEFA-A-venjaraútbúgvingina, sum endar við próvtøku komandi heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald