Fótbóltur

Agnar kemur afturat Ólavi Larsen

ÍF hevur sett navn á hjálparvenjaran.

Agnar Prestá (Mynd: Sverri Egholm)

Agnar Prestá (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-21 16:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður Agnar Prestá, sum komandi árið kemur at irka sum hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá ÍF.

Hetta kunngerð felagið seinnapartin.

Venjarayrkið byrjaði longu í 2009, tá hann sum 16 ára gamal fór til verka. Her vandi hann ein árgang hjá KÍ, og fylgdi hesum árganginum líka til 2015 – her kann nevnast at U21 landsliðsleikarin Jonn Johannesen var partur av tí árganginum.

Í 2016 var hann hjálparvenjari undir Mikkjal Thomassen í KÍ, har hann var við til at fáa bæði Ólavur Niclasen og Steinbjørn Olsen, sum í ár koma at spæla í reyðum, á fremsta liðið hjá KÍ. Í 2018 var hann við til at skipa fyri yvirornaðari meirvenjing og venjing hjá fleiri árgangum í KÍ. Agnar hevur eisini roynt seg uttanlands, tí í 2019 og 2020 var hann knýttur at “elite” venjaratoyminum hjá KB, sum hevur tilknýtið til danska stórfelagið FCK. Tá korona rakti, kom Agnar heim aftur, og tók við U17 liðnum hjá KÍ, sum eisini vann steypakappingina í fjør.

Agnar Prestá, sum eisini arbeiðir á Portal.fo, hevur seinastu árini eisini virkað sum viðmerkjari og serfrøðingur í miðlunum.

- Eg eri ógvuliga fegin um at hava fingið hendan møguleikan. Samtalurnar við Ólav hava verið góðar, og projektið tykist at vera spennandi. Eg havi seinastu árini havt spennandi uppgávur í ungdómsfótbóltinum, og haldi, tíðin er tann rætta at taka stigið upp. Gleði meg at koma í gongd við arbeiðið og royna at vera við til at flyta ÍF víðari, sigur Agnar Prestá við heimasíðuna hjá ÍF.

[object Object]Venjaratoymið hjá ÍF, Agnar Prestá og Ólavur Larsen (Mynd: ÍF)

Og høvuðsvenjarin, Ólavur Larsen, fegnast um at hava fingið klaksvíkingin afturat sær.

- Tað sum vit hava leitað eftir er ein ungur og ágrýtin venjari, sum veruliga hevur áhuga og dirvi at takast við fótbólt, sum kann koma við nýggjum eygum og samstundis taka ábyrgd. Agnar hevur eitt sera gott høvd og setur flugubein við alt tað eg ynski av eini høgru hond, tí var ikki tað ikki so torført at velja og eri sera takksamur fyri at hann valdi at taka av tilboðnum frá ÍF, sigur Ólavur Larsen.

ÍF gjørdist í fjør nummar seks í landskappingini við 26 stigum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder