Hondbóltur

Agnar og Scott skulu standa á odda fyri U19-liðnum

Hondbóltssamband Føroya hevur sett vestmenningin og bretan sum venjarar hjá U19-landsliðnum hjá kvinnum. U19 skal til EM-endaspæl næsta summar.

Scott Harrington (t.v.) hevur nógvar royndir her í Føroyum og eisini í Noreg. Bæði hann og Agnar Joensen (t.h.) eru venjarar í bestu mansdeildini í løtuni (Mynd: hsf.fo)

Scott Harrington (t.v.) hevur nógvar royndir her í Føroyum og eisini í Noreg. Bæði hann og Agnar Joensen (t.h.) eru venjarar í bestu mansdeildini í løtuni (Mynd: hsf.fo)

2024-09-19 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U19-landsliðið hjá kvinnum skal til EM-endapælið í 2025 í Montenegro. Tað er nú greitt, at tað verða Agnar Joensen og Scott Harrington, sum koma at standa á odda fyri liðnum.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá.

- Agnar hevur verið venjari hjá liðnum. og er sáttmálin nú longdur. Afturat honum verður Scott Harrington, sum tekur við eftir Inga Olsen.

Agnar Joensen og Scott Harrington eru í løtuni venjarar í bestu mansdeildini: Agnar hjá KÍF og Scott hjá Neistanum. Liðini spældu 23-23 javnleik, tá tey hittust í 1. umfari.

U19-landsliðið skal spæla spæla EM-endaspæl í Montenegro í døgunum 9. – 18. juli 2024. Talan er um 06- og 07-árgangirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder