Fótbóltur

AIK hevur vunnið seks av teimum seinastu sjey

Og liðið er ósigrað síðani fyrst í august. Mikkjal Thomassen og hansara menn sigraðu á útivølli móti Kalmar í gjár og eru nú á 4. plássi í Allsvenskan.

2024-09-22 08:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikkjal Thomassen varð kosin besti venjari í svenskum mansfótbólti fyri august mánaða. 48-ára gamli føroyski venjarin hevur fingið betri skil á AIK Stockholm, sum lá undir miðjuni á stigatalvuni, tá hann tók yvir fyri tveimum mánaðum síðani.

Í gjár vann AIK 1-0 á útivølli móti Kalmar FF. Finnin Onni Valakari skoraði einsamalla málið tíðliga í 2. hálvleiki. 

Hereftir helt AIK fast. Liðið hevur bert latið tvey mál inn seinastu sjey dystirnar í fremstu svensku deildini, og er tað eyðsæð, at Mikkjal Thomassen, eins og í millum annað Fredrikstad og KÍ, hevur fingið verjupartin at sita fyrst.

AIK er ósigrað í hesum sjey dystunum - tað er síðani fyrst í august - og hevur vunnið seks av hesum dystunum. Síðsta vikuskifti spældi AIK málleysan javnleik móti oddaliðnum Malmö FF.

Næsta uppgávan er Sirius á útivølli mikukvøldið. Við sigrinum í gjár er AIK á 4. plássi, sum kann geva atgongd til Conference League næsta ár. 

[object Object]
Støðan í Allsvenskan - sum sæst hevur AIK bestu gongdina í løtuni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder