Fótbóltur

Ajax og United upp ímóti yvirveldunum á heimavølli

Barcelona og Juventus eru greiðir favorittar at koma víðari til hálsvinaluna, hóast Ajax og United hava víst nakað í kappingini.

Ronaldo, her í Real-tíðini, skal eins og Messi royna at føra sítt lið til sigurs í lumpilisligari uppgávu á útivølli í kvøld
(Mynd: EPA)

Ronaldo, her í Real-tíðini, skal eins og Messi royna at føra sítt lið til sigurs í lumpilisligari uppgávu á útivølli í kvøld (Mynd: EPA)

2019-04-10 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vunnu Tottenham og Liverpool á heimavølli í fyrru fjórðingsfinalunum. Sigurin hjá Liverpool merkir, at liðið nærum aftur er til reiðar til hálvfinalunar, meðan Tottenham vísti styrki við at basa City við málið frá Son.

Les meira: Sólin skínur á nýggja leikvøllin hjá Tottenham

Í kvøld er aftur ein dystur í Onglandi, meðan hin er í Hollandi. Talan er um tvey evropeisk stórfelag, men tað eru heimaliðini, ið hittust í Europa League-finaluni í 2017, ið eru undirtippaði í kvøld og serliga samanlagt. Undan uppgerðunum bendir tað á, at tað verður Barcelona - Juventus; Messi - Ronaldo í aðrari hálvfinaluni, men júst Ajax og Manchester United hava víst fyri kortum, at einki er avgjørt á pappírinum.

Messi og Barca vitja á Old Trafford, og tað er fyrstu ferð at katalanar spæla móti United síðani Champions League-finaluna í 2011, tá júst Messi var framúr, og Barcelona vann sannførandi 3-1 á Wembley. Liðini spældu eisini í finaluni tvey ár framanundan, og tá vann Barca 2-0 í Rom. Í 2008 sló Manchester United Barcelona út úr hálvfinaluni og vann síðani finaluna á Chelsea - tað er seinastu ferð, at Manchester United vann Champions League.

Solskjær og hansara menn søknast eftir líknandi uppliving sum fyri 11 árum síðani á Old Trafford í kvøld. Tað verður tó uttan millum annað Ander Herrera og helst eisini Nemanja Matic. Formurin hjá liðnum er ringur í løtuni , ið nú skal finna ein máta at steðga sterka Barca-liðnum við Messi á odda. Barcelona er á veg ímóti enn einum steypi í La Liga og er í finaluni í Copa Del Rey, men stórfelagið saknar evropeiskan heiður.  Seinast Barcelona kom longur enn kvartfinaluna var í 2015, tá liðið eisini vann kappingina. 

Í Amsterdam vitjar Juventus, ið framdi eitt frálíkt comeback móti Atletico Madrid í áttandapartsfinaluni. Ajax koppaði hinum Madrid-felagnum og trýfaldu meistarunum og skal nú aftur upp ímóti einum av evrpeisku risunum. Juventus hevur, eins og Barcelona, sitið á heimligu deildini seinastu mongu árini, men italienska felagið hevur í mun til Barcelona ikki vunnið Champins League í langa tíð. Hetta vil millum annað Cristiano Ronaldo broyta uppá, og júst portugisiska superstjørnan plagar at veurliga sláa til hesa tíðina av kappingini. Ajax fer tó helst at veita dygga mótstøðu við sínum spennandi leikarum og leikhátti.

Champions League - fyrru áttandapartsfinalurnar:
20.00: Ajax - Juventus (TV3 Sport/Viaplay)
          Manchester United - Barcelona (TV3 +/Viaplay)   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder