Hondbóltur

Áki Egilsnes skal royna seg í týskum hondbólti

24-ára gamli vestmenningurin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við EHV Aue, sum í løtuni liggur nummar seks í 2. Bundesliguni.

Áki hevur ikki verið fastur maður á landsliðnum seinastu árini men tekur nú eitt spennandi fet á hondbóltsleið sínari (Mynd: Sverri Egholm)

Áki hevur ikki verið fastur maður á landsliðnum seinastu árini men tekur nú eitt spennandi fet á hondbóltsleið sínari (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-28 12:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at hava bombað mál inn fyri VÍF, fór Áki Egilsnes fyri nøkrum árum síðani til Íslands, har hann saman við millum annað Allani Norðberg av Strondum í løtuni umboðar KA á Akureyri.

Liðið skal í næstu viku spæla fjórðingsfinalur móti Vali í íslendska endaspælinum - eftir kappingarárið skal Áki royna nýggjar leiðir.

Næstu tvey árini skal 24-ára gamli vinstri bakkurin hava heimavølli í Aue, ið liggur í týska landspartinum Sachsen. EHV Aue spælur í næstbestu týsku deildini, ið er ein heilt sterk deild. Liðið liggur nummar seks, nú nøkur umfør eru eftir at leika av kappingarárinum. 19 lið eru ú 2. Bundesliguni.

Á heimasíðu felagsins verður fegnast um, at avloysarin hjá Gabriel De Santis er funin í láma føroyingunum. 24-ára gamli vestmenningurin hevur skirvað undir tvey-ára sáttmála við Aue. Felagið skrivar, at tað ofta er hepnast væl við at fáa leikarar úr íslendsku deildini.

Áki Egilsnes hevur ikki verið við landsliðnum í farnu EM-undankappingardystum, men hevur leikt 12 A-landsdystir og har skotið 38 mál. Í hesum kappingarárinum hevur bakkurin skorað 90 ferðir í 18 dystum fyri KA. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder