Fótbóltur

Áki tryggjaði HB trý stig

Liðið hjá Adolfo Sormani slapp við skrekkinum móti EB/Streymi, hvørs avrik burdi givið stig í Gundadali. Útiliðið kom frammum - ivasom brotsspørk settu sín dám á har serliga tað, ið varð dømt til HB, fekk øði í.

Við sínum fjórða og fimta málið í ár syrgdi 20-ára gamli HB'arin fyri, at liðið nú er undir liðuni á Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Við sínum fjórða og fimta málið í ár syrgdi 20-ára gamli HB'arin fyri, at liðið nú er undir liðuni á Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-19 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 6. umfari í Betrideildini gjørdist alt annað enn óáhugaverdur. HB var annars greiður favorittur í heimadystinum móti EB/Streymi, men útiliðið vísti av álvara tenn og kundi væl - og burdi helst - fingið stig. Liðið hjá Adolfo Sormani fekk tó fyri fjórðu ferð hetta kappingarárið tryggjað sær ein eitt-máls sigur og liggur nú undir liðuni á Víkingi, hvat stigum viðvíkur.

Góða byrjanin uppá kappingarárið hjá HB heldur harvið fram. Hetta var fjórði sigurin á rað. Hann var als ikki "penur", men tað er ikki tað, sum telur. Eins og móti KÍ sunnudagin, avgjørdi HB seint í dystinum, og vóru tað ungu egnu spælararnir hjá HB, sum gjørdist avgerandi. 

Fyrsta hálva tíman hevði HB bóltin heilt nógv, men skapti so at siga einki. Einasta stóra málmøguleikan í fyrra hálvleiki átti Áki Samuelsen, tá hann fekk frían stútara eftir gott innlegg frá Hanusi Sørensen. Bólturin fór tó framvið.

EB/Streymur megnaði í fleiri førum at flyta bóltin væl, har millum annð Emil Weihe Joensen á miðvøllinum hevði nógvar góðar atgerðir. Eina løtu fyri steðgin var tað útiliðið, sum legði trýst á. Hetta millum annað við fleiri hornaspørkum. 

HB royndi at seta ferð frá byrjan av í 2. hálvleiki, og danski áleyparin Jacob Johansson var nær við. Spælið tyktiskt tó ikki so væl samansett, og EB/Streymur var vælskipað og hartarbeiðandi í sínari 5-4-1 leikskipan. Útiliðið fekk eisini pláss at fara í álop. Í 58. minutti fór Bergur Poulsen til stroks við bóltinum, setti tveir HB'arar av og komin inn í brotsteigin fór hann umkoll. Tað sá út sum, at Heðin Hansen gav Bergi Poulsen eitt lítið skump, og Rúni Olsen peikaði á blettin. HB'arnir í øðini, men Filip Djordjevic var líkaglaður og legði bóltin róliga í málið hjá Teiti Matras Gestsson.

0-1, stórt trýst á HB og EB/Streymur sá gott út. Fimm minuttir seinni varð tó dømt brotsspark í hinum endanum. Emil Joensen sá annars út til at pilkað bóltin av Jacob Johansson áðrenn hann kanska líka nam við bein hansara. Dómarin sá út til at vilja koyra víðari, men hjálpardómarin undir HB-húsinum veittraði óført, og so var brotsspark. Vóru HB'arnir ónøgdir nakrar minuttir áðrenn, so var tað einki ímóti tí, sum nú gekk fyri seg hjá teimum á útiliðnum. Sigfríður Clementsen vísti eisini sína ónøgd so nógv við síðulinjuna, at venjarin hjá EB/Streymur fekk reytt kort.

Áki Samuelsen skoraði trygt uppá brotssparkið, og tað var eisini 20-ára gamli havnarmaðurin, sum avgjørdi uppgerðina. Hetta var í 82. minutti, eftir at dysturin hevði bylgjað eitt sindur aftur og fram. Hanus Sørensen fekk pláss í høgru, og so eydnaðist tað, sum ikki eydnaðist seint í 1. hálvleiki: Aftur gott innlegg og hesaferð beindi Áki bóltin trygt í málið hjá EB/Streymi til 2-1. Fimta málið hjá gávaða vonginum í ár.

Útiliðið hevði stóran møguleika at javna stutt fyri leiklok. HB-verjan hugdi eftir fótbólti eina løtu, og Rógvi Egilstoft fann púra fría innskifta Jákup Hummeland. Hann skeyt tó beint framvið, og liðið hjá Adolfo Sormani slapp við skrekkinum. Nú kunnu HB'arnir hvíla seg væl til steypadystin móti KÍ flaggdagin. Í leguni hjá EB/Streymi iðrar men seg helst nógv eftir - eins og ímóti 07 Vestur í 3. umfari - eitt gott avrik á útivølli men einki stig.

6. umfar í Betrideildini
Í dag, fríggjadagin 19. apríl
HB - EB/Streymur 2-1 (0-0)
59' Filip Djordjevic (br.) 0-1
66' Áki Samuelsen (br.) 1-1
82' Áki Samuelsen 2-1

Sí liðuppstillingar og annað á dystir.fo

Í morgin, leygardagin 20. apríl
18.30: KÍ - B68

Sunnudagin 21. apríl

15.00: 
Víkingur - B36

07 Vestur - Skála

17.00: ÍF - NSÍ

Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir fimm umfør
1. Víkingur 15 stig
2. HB 15 stig *
3. B36 10 stig
4. 07 Vestur 10 stig
5. KÍ 9 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig *
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder