Skála hevur í kvøld gjørt sáttmála við enn ein leikara. Talan er um Aksel Bjartalíð Danielsen, sum kemur úr KÍ.
Les eisini: Ronni heldur fram á Skála
Tað er ikki eitt skifti, ið loypir hvøkk á. Aksel hevði tilboð frá øðrum feløgum, men hann spældi í seinnu hálvu í 2019 í appelsinlittum sum leigusveinur og hevur í vetur vant við á Skála. Leygardagin byrjaði 20-ára gamli leikarin inni í álopinum, tá VFF Cup fór í gongd á júst Skála.
Rógvi Reinert Djurhuus, formaður og Aksel Bjartalíð Danielsen (Mynd: Skála ÍF)
Aksel spældi í 12 dystum fyri Skála í Betrideildini í fjør, harav níggju sum innskiftari. Hann skoraði tvey mál í teimum dystunum og fimm við næstbesta liðnum. Samanlagt skoraði klaksvíkingurin 13 mál í 17 dystum í 1. deild í fjør og hevur seinastu árini skorað 43 mál í 76 dystum á næsthægsta støði. Aksel skoraði fyri Skála í steypafinaluni hjá U21, har hann eisini varð kosin til dagsins leikari.
Hetta verður helst árið, har Aksel Bjartalíð Danielsen kemur at spæla fast í Betrideildini fyri fyrstu ferð. 28 dystir í Betrideildini er tað higartil vorið talan um, men bert einaferð 90 minuttir. Tøl hjá InStat, ið bolt.fo hevur greinað og víst á, vísa at hann saman við Klæmint Andrasson Olsen kom til flest málmøguleikar pr. dyst í farna kappingarári (tó var grundarlagið við minuttum ikki so stórt)
Á Skála skal Aksel spæla saman við elsta beiggjanum Niels Paula Danielsen. Teir spældu nakrar dystir saman har í fjør, og hava einaferð verið á vøllinum saman fyri KÍ. Aksel Bjartalíð Danielsen hevur eisini spælt nakrar dyst saman við mittasta beiggjanum, Ragnari, í EB/Streymi í 2018.
Tað er ein eitt ára sáttmáli, ið partanir hava skrivað undir.
Fótbóltur
Aksel hevur skrivað undir við Skála
20-ára gamli áleyparin var í seinnu hálvu í fjør leigaður úr KÍ og skiftir nú til felagið. Hann hevur higartil verið á vøllinum í 28 dystum í Betrideildini fyri trý ymisk feløg.
Aksel Danielsen, her í steypafinaluni hjá U21 í fjør sum Skála tapti fyri HB eftir brotssparkskapping. Aksel skoraði og varð kosin til dagsins leikara (Mynd: FSF)
2020-01-14 20:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald