
Beint eftir kappingarenda í fjør segði Ronni Møller-Iversen við Portalin, at hann ynksti at spæla í Føroyum aftur í 2020, men hann væntaði ikki at tað var á Skála, ið var eitt av feløgunum, ið hann hevði verið í samband við:
- Ætlanin er at halda fram her í Føroyum minsta lagi eitt ár afturat, men eg veit ikki enn heilt hvar. Eg havi tosað eitt sindur við Skála, men tað er sera ivasamt, um eg haldi fram í felagnum
Les eisini: Ronni heldur allarhelst fram í føroyskum fótbólti
Eftir nýggjár hevur Ronni Møller-Iversen vant við á Skála, og í kvøld boðar felagið frá, at 25-ára gamli danski miðvallarin hevur skrivað undir sáttmála fyri 2020.
Felagið skrivar, at Ronni var ein fongur fyri Skála í 2019, har hann var toppskjútti við 8 málum í landskappingini.
Ronni Møller-Iversen saman við formanninum hjá Skála, Rógva Reinert Djurhuus (Mynd: Skála ÍF)
Hann verður aftur í ár allarhelst ein fongur fyri liðið á vestara armi av Skálafjørðinum, ið hevur verið fyri nógvum broytingum síðani kappingarenda.
Les eisini: Ungir lokalir leikarar hava skrivað undir á Skála - óvissa um nógvar royndar leikarar
Ronni Møller-Iversen spældi í 2018 við KÍ, og hann hevur spælt 50 dystir í føroyskum fótbólti: 45 dystir í Betrideildini og fimm dystir í kappingini um Løgmansstrypið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald