placeholder
Fótbóltur

Ungir lokalir leikarar hava skrivað undir á Skála – óvissa um nógvar royndar leikarar

- Vit hava vant fýra ferðir um vikuna seinasta mánaðin, lagið í hópinum er gott, og eg trúgvi 100 prosent uppá, at vit kunnu flyta okkum langt. Hetta sigur nýggi Skála-venjarin, Bill McLeod Jacobsen ið er sera spentur til uppgávuna, við Portalin. Her er ein støðumeting av hópinum hjá Skála, ið er fyri nógvum kollveltandi broytingum.

Andreas Egeberg skrivaði undir sáttmála við Skála í vikuskiftinum. 20-ára gamli álopskendi leikarin fær helst ein lyklaleiklut komandi ár (Mynd: Skála Ítrottarfelag)

Andreas Egeberg skrivaði undir sáttmála við Skála í vikuskiftinum. 20-ára gamli álopskendi leikarin fær helst ein lyklaleiklut komandi ár (Mynd: Skála Ítrottarfelag)

2019-12-16 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skála var oddalið eftir fimm umfør í ár, og við einum áhugaverdum hópi kundi væntast at liðið hjá Eyðun Klakstein fór at bjóða av í topp-fýra. Men Skála kom í eina røð við sjey ósigrum, øllum móti topp-fimm liðum. Liðið tapti eisini í hálvfinaluni í styepakappingini móti Víkingi, og áðrenn summarsteðgurin kom var lítið og einki at spæla fyri í kappingarárinum

Fíggjarligar avbjóðingar eru í felagnum, og nógvir leikarar hava skift. Nýggjur venjari er eisini: Eyðun Klakstein er nú venjari í Víkingi, og tað er Bill McLeod Jacobsen, ið avloysir hann:

- Eg eri sera spentur uppá uppgávuna og trúgvi 100 prosent uppá, at vit fara at flyta okkum langt rætta vegin komandi kappingarár. Til tað krevst hart arbeiði og ein greiður leikháttur. Givið er, at fleiri av teimum sum leikti Skála til eitt 6. Pláss í fjør ikki fara at manna liðið komandi ár, men her eru nógvir evnaríkir og svangir leikarar um boðið – millum annað fleiri ið vóru í steypafinaluni við U21 í fjør. Tað eru eisini fimm onnur feløg í  deildini, sum hava havt stóra útskifting í hópinum, so í tann mun er tað ikki so nógv øðrvísi hjá okkum, og vit arbeiða á líknandi hátt.

Bill og Skála fyrireika seg so væl sum gjørligt:

 - Seinasta mánaðin hava vit vant fýra ferðir um vikuna. Tað hava verið 18-22 leikarar til venjing, og lagið er gott í hópinum. Vit halda fram til jóla og hava síðani 10 dagar jólafrí, áðrenn vit leggja frá landi aftur tíðliga í januar. Vit leggja stóran dent á tað fysiska

Tríggir leikarar eru farnir úr Skála til NSÍ: Málverjin Karstin Hansen, leigusáttmálin er gingin út, umframt verjuleikarin Jákup Jakobsen, sum annars altíð hevur umboðað Skála, og miðvallarin Haraldur Reinert Højgaard, ið er farin yvirum fjørðin aftur. Við fyrrverandi venjaranum til Víking eru tveir strandingar farnir. Høgri bakkurin Ari Olsen, verjuleikarin við flest uppleggum í Betrideildini farna kappingarár (10), og álopskendi Jákup Johansen við tí góða vinstra beininum og teimum góðu teknisku førleikunum.

Tveir álopskendir leikarar, ið báðir eisini hava góðar tekniskar førleikar og sum spældu 26 dystir í Betrideildini í ár, hava ikki tikið støðu enn. Ronni Møller-Iversen segði við Portalin stutt eftir kappingarenda, at tað er ósannlíkt, at hann helt fram á Skála. Danin spælir tó í Føroyum aftur í 2020.  Heðin Klakstein segði í viðmerking í gjár, at hann heldur allar møguleikar opnar til komandi kappingarár.

Vágamaðurin Janus Svabo Samuelsen spældi 23 dystir fyri Skála í fjør. Tað bendir ikki á, at hann heldur fram á Skála. Bolt.fo skrivaði í november, at miðvallarin var í samráðingum við AB.

Av teimum heilt royndu leikarunum er óvissa um Fróði Benjaminsen og Pætur Dam Jacobsen halda fram. 41-ára gamli Fróði Benjaminsen býr á Strondum og hevur seinastu árini tikið støðu um sína fótbóltsframtíð stutt áðrenn kappingarbyrjan. Tað kann gerast líknandi støða hjá  36-ára gamla Pæturi Dam Jacobsen, ið allarhelst spælir fyri Skála, um hann heldur fram at spæla.

Tríggir ið bert hava spælt á Skála, umboðað helst felagið um teir spæla í 2020. 32-ára Teitur Reinert Joensen kann røkja nógv pláss og hevur ikki tikið støðu um 2020 enn. 28-ára gamli Edvin Jakobsen gjørdist skaddur í 6. umfari í ár og spældi ikki aftur. Miðvallarin sigur við Portalin, at knæskaðin gjørdist drúgvari enn væntað og ætlað, og hann fær framvegis ikki gjøgnumført eina venjing. Edvin heldur seg nú í gongd fyri seg sjálvan, og sigur at hann helst onga støðu tekur fyrrenn nakað inn í 2020. Um ágrýtni leikarin spælir komandi ár, er góður møguleiki fyri at tað verður á Skála. Ólavur Mikkelsen spældi í 2. hálvu so at siga bara við 1. Deild. Í løtuni venur stríðsmaðurin á sentrala miðvøllinum ikki við, og tað er óvist, um hann spælir á hægsta støði í 2020.

Tað er eisini møguleiki fyri, at 29-ára gamli skálamaðurin Erland Berg Danielsen, ið gjørdi eitt comeback í fjør, spælir í 2020. 20-ára gamli Djóni Jansson Petersen var partur av U21-liðnum í steypafinaluni í fjør og spældi í 10 dystum í Betrideildini. Hann hevur vant eitt sindur við í vetur, men hugsavnar seg í løtuni um hondbóltin; Djóni er partur av besta liðnum hjá StÍF

20-ára gamli Bárður á Reynatrøð skal vera fyrsti málverji. Hálvi skálamaðurin er komin til frá Vìking (talan er um leigusáttmála), meðan eykamálverjin Sonni Højgaard er farin hinvegin . Av roydum leikarum er tað bert 30-ára gamli Niels Pauli Daniesen, sum í løtuni hevur sáttmála. Klaksvíkingurin skrivaði seinasta vetur undir tvey-ára sáttmála við Skála. Yngsti beiggi hansara, 20-ára gamli Aksel Bjartalíð Danielsen kom til Skála úr KÍ í summar. Talan var um ein leigusáttmála, men møguleiki er fyri at áleyparin, ið skoraði tvey mál fyri besta liðið hjá Skála í seinnu hálvu heldur fram. Aksel hevur vant við seinastu vikurnar og hevur tilboð frá felagnum um sáttmála. Tað hevur hann eisini frá tveimum øðrum feløgum. Aksel skoraði og varð kosin dagsins leikara í steypafinaluni hjá U21 í september.

Fyrr í vikuni kunngjørdi Skála, at Dávid Johansen og Jan Ingason Hansen, ið samanlagt spældu 43 minuttir í Betrideildini í 2019, halda fram í felagnum. Dávid er beiggi Jákup Johansen – Jan hevur verið sera skaðaplágaður seinastu árini. Hesir báðir 22-ára gomlu leikararnir kunnu fáa fast pláss komandi ár.

Í dag gjørdist greitt, at tveir av eitt sindur yngri og lovandi leikarunum eisini hava skrivað undir sáttmála. 20-ára gamli Andreas Egeberg Jacobsen skoraði hattrick móti TB í oktober og kviki vinstri vongurin sendi Skála víðari í steypakappingini við einsamalla málinum í áttandapartsfinaluni móti AB. 16-ára gamli Poul Kallsberg hevur spælt nógv við 1. Deild í 2019 og fekk minuttir í Betrideildini. Á U17-landsliðnum hevur Poul skorað móti Danmark.

18-ára gamli Rói Olsen, ið er beiggi Ara Olsen, hevur eisini gjørt sáttmála við felagið fyri komandi kappingarár. Hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í heyst. Aðrir ungir leikarar sum venja við hava gjørt vart við seg í U21 og 1.deild. Millum annað 18-ára gamli miðvallarin Teitur Poulsen.

Stóra útskiftingin og óvissan á Skála sæst aftur í, at eingin av teimum ellivu leikarunum ið leikti yvir 20 dystir í fjør hevur sáttmála við felagið til komandi ár.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder