Fótbóltur

Aleksandar Jovevic skal venja teir næst bestu hjá HB

Royndi serbin skal eisini taka sær av U21 liðnum.

Mynd: HB.fo

Mynd: HB.fo

2018-11-07 18:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

HB hevur sett Aleksandar Jovevic í starv sum venjari hjá 1. deildarliðnum og U21 liðnum.

Um Aleksandar skrivar HB, at hann hevur verið venjari síðani 2014, tá hann tók við sum hjálparvenjari hjá ÍF og eisini var venjari hjá U18-liðnum hjá felagnum. Hann royndi seg sum høvuðsvenjari hjá ÍF í bestu deildini í 2015, áðrenn hann fór til Klaksvíkar, har hann var venjari hjá KÍ-kvinnunum.

Í ár skifti hann til B68, har hann hevur verið hjálparvenjari hjá besta liðnum, og var hann eisini venjari hjá 2. deildarliðnum.

Í HB hava tey vónir til, at Aleksandar fer at gera stóran mun í felag, serliga fyri U21-liði, sum ikki hevði bestu umstøðurnar farna kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder