Fótbóltur

Alex hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við B36

Vinstri bakkurin, sum er í gongd við sítt sjeynda ár í B36, spælir eisini í felagnum í 2021 og 2022.

Alex Mellemgaard legði upp til trý mál í 4-3 sigrinum í longdari leiktíð á Levadia Tallinn (Mynd: Bjarni Enghamar)

Alex Mellemgaard legði upp til trý mál í 4-3 sigrinum í longdari leiktíð á Levadia Tallinn (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-10-30 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Argjamaðurin kom til B36 í 2014 og var fastur maður á FM-liðnum ta árið. Í 2015 var hann raktur av skaða fyrsta partin av kappingini, men var síðani við seinasta partin, tá B36 koyrdi annað føroyameistaraheitið á rað heim.

Í 2017 og 2018 spældi tekniskt sterki vinstriabeinti spælarin samanlagt 35 dystir í øllum kappingum fyri B36, men seinastu trý árini hevur Alex Mellemgaard spælt allarflestu dystirnar fyri liðið hjá Jákup á Borg, og hevur hann verið ein týdningarmikil leikari.

Alex er vorðin fastur á vinstra bakki, og við sínum dygdum er hann ein týðandi partur av uppspælinum og álopsspælinum hjá B36, samstundis sum hann ikki er lættur at sleppa framvið. Alex Mellemgaard er eisini ein tryggur brotssparksskjútti - í ár hevur hann skorað fimm mál í Betrideildini, og trý av teimum eru skotin úr 11 metrum. Í Europa League legði Alex upp til trý mál í 4-3 sigrinum í longdari leiktíð á Levadia Talinn.

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder