Tað var lagt upp til eina spennandi finalu um afrikanska meistaraheiti í egyptiska høvuðsstaðum í kvøld. Senegal og Algeria høvdu leikt seg í finaluna. Senegal kundi vinna kappingina á fyrsta sinni, men tað var norðurafrikanska liðið, ið fór avstað við steypinum í norðurafrikanska landinum.
Algeria legði hart út og skoraði í fyrsta álopinum. Tað var áleyparin, Baghdad Bounedjah, ið sló til. Restina av dystinum var Senegal omaná. Hagtølini vísa, at málið hjá Algeria var einasta málroyndin hjá liðinum í dystinum. Mahrez og co. vardu sigurin heim, meðan menninir hjá Aliou Cisse trýstu og trýstu. Senegalesar høvdu bóltin yvir 60 % av tíðini og høvdu tólv skotroyndir. Teir fingu tó ikki hol á.
Algeria vann AFCON á øðrum sinni - fyrru ferð var á heimavølli í 1990. Senegal var eisini í finaluni í 2002, men tapti. Hetta var fyrsta endaspæl í Afrika við 24 londum (fyrr hava tað verið 16), og tað fyrsta Africa Cup of Nations sum varð hildið um summarið - áður hevur tað verið í januar-februar.
Africa Cup of Nations - finala
19.07, Kairo
Senegal - Algeria 0-1 (0-1)
2' Baghdad Bounedjah 0-1
Nigera vann dystin um 3. plássið ímóti Tunesia mikudagin. Odion Ighaldo skoraði einsamalla málið; hann gjørdist toppskjúti í kappingini.
Fótbóltur
Algeria vann Africa Cup of Nations á øðrum sinni
Eitt mál beinanvegin í dystinum koppaði Senegal í finaluni í Kairo.
Leikararnir hjá Algeria kundu tíðliga fegnast um eitt mál - hetta vísti seg at vera tað einasta í dystinum og harvið avgerandi - Mynd: EPA
2019-07-19 23:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald