Valur tapti tveir teir seinastu dystirnar í grundspælinum í bestu íslendsku. Tepra heimatapið fyri Afturlending fríggjakvøldið - tá millum annað Portalurin var til staðar - hevði við sær, at Valur endaði á 3. plássi og ikki 2. plássi í íslendska grundspælinum.
Sí eisini: Valur datt niður á 3. pláss eftir gysara
Mótsstøðuliðið gjørdist harvið Fram og ikki KA, men hetta sá ikki út til at bila nakað í gjár, tá fyrsta fjórðingsfinalan var á skránni.
Valur snøgt sagt hølvaði Fram av í heimadystinum. Ellivu mál vóru á muni í steðginum, og tað endaði 41-23.
Allan Norðberg hevði ein góðan dag á høgra vongi. 30-ára gamli strandingurin skeyt seks ferðir og skoraði seks ferðir.
100 prosent hjá føroyska landsliðsspælaranum. Tað er ikki 100 prosent vist, at Valur fer víðari, men favorittarnir hava so tvey skot eftir í byrsuni.
Tað kann avgerðast leygardagin, tá grannarnir aftur hittast. Hetta vil Valur ógvuliga gjarna gera, so talið av dystum ikki gerst alt ov stórt - liðið hevur millum annað eisini evropeiskar hálvfinalur seinni í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald