Fótbóltur

Allir hava fingið endurval

Einki óvæntað í føroysku byrjanaruppstillingini til dystin í Riga, sum byrjar klokkan 17. Patrik Johannesen er heilt uttanfyri dystarhópin.

Júst hesir ellivu byrja fyri Føroyar í dag - eins og teir gjørdu leygardagin móti Norðurmakedónia (Mynd: Sverri Egholm)

Júst hesir ellivu byrja fyri Føroyar í dag - eins og teir gjørdu leygardagin móti Norðurmakedónia (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-10 16:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga, Lettland (Portalurin): Nú nærkast til dystarbyrjan í lettiska høvuðsstaðnum, og fyri løtu síðani varð føroyska liðið kunngjørt.

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Johansen Chukwudi - Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hanus Sørensen Meinhard Egilsson Olsen, - Jóan Símun Edmundsson.

Hetta eru júst somu ellivu, sum byrjaðu inni í 1-1 javnleikinum móti Norðurmakedónia leygardagin. Eitt avrik og eitt úrslit, sum teir í føroysku leguni eru heilt nøgdir við.

Jóannes Kalsø Danielsen fyllir 27 ár í dag. Hin bakkurin, liðformaðurin Viljormur Davidsen, spælir sín skrásetta landsdyst nummar 80.

Á beinkinum sita Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Jann Julin Benjaminsen, Daniel Johansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Arnbjørn Svensson, Pætur Petersen, Adrian Justinussen, Mads Boe Mikkelsen, Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen.

Hetta merkir, at Patrik Johannesen ikki er á dómaraseðlanum. Tvøramaðurin í Breiðablik kom inn til seinastu løtuna á Tórsvølli leygardagin.

Til ber at fylgja okkara beinleiðis bloggi HER.

Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar, týsdagin 10.09
17.00: Lettland - Føroyar 

Støðan:
1. Armenia 3 stig
2. Norðurmakedónia 1 stig
3. Føroyar 1 stig 
4. Lettland 0 stig 

Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum. Kringvarpið vísir dystin

Sí eisini: Skulu upp á minst tvey stig í 2. umfari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder