Fótbóltur

Allir uttan Hørður eru tøkir

Væntandi vera nakrar broytingar á føroyska liðnum til Lettlands-dystin sunnukvøldið.

Hørður Askham hevur meitt sær knæðið og venur tí ikki við (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham hevur meitt sær knæðið og venur tí ikki við (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-12 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðindafundur hevur fyri lítlari løtu síðani verið í Trinstovuni á Tórsvølli. Har settu Håkan Ericson og Meinhard Egilsson orð á undanfarna dyst og uppgávuna í morgin.

FM1 spurdi høvuðsvenjaran um skaðastøðuna í hópinum, og millum annað um Teitur Matras Gestsson er 100 prosent til reiðar: 

- Eg kann vátta, at allir spælarar hjá okkum eru tøkir, fyriuttan Hørð Askham. Hann fekk tíverri ein skaða fyrr í vikuni og fær ikki spælt. 

30-ára gamli verjuspælarin hjá Roskilde fekk eitt hvørt í knæðið í fyrstu venjingini í vikuni og fær tískil ikki ikki vant ella spælt nú. Hjá málverjunum gongst tó væl:

- Tað gekk væl hjá Teiti Matras Gestsson og Mattiasi Lamhauge at venja í gjár. Teir koyrdu eina serliga málmansvenjing við Geza. Allir tríggir málverjarnir eru fult tøkir at spæla dyst í morgin.

So er spurningurin, um Bárður á Reynatrøð fær afturval, ella um ein broyting verður. Tað hevur verið javnan seinastu árini, at sami málverji ikki spælir báðar/allar dystirnar í einum "landsliðsvindeyga".

Sí eisini: Teitur: - Hetta er ein spennandi kapping millum okkum

[object Object]
Á tíðindafundinum í dag (Mynd: Andrei Antal)

Vil einki avdúka - nógvir møguleikar

Sum vanligt segði Håkan Ericson lítið um, hvørja manning hann ætlar at nýta. Høvuðsvenjarin staðfesti tó, at nógvir møguleikar eru, og tað er gleðiligt - tað helt Meinhard Egilsson Olsen eisini.

- Tað er ógvuliga positivit fyri okkum sum lið, at vit kunnu broyta ymiskt . Um tú ikki ert millum teir fyrstu ellivu, so gert tú títt, tá tú so kemur inn. Og allir sum koma inn móti Armenia avrikaðu.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen letur væl at nógvu møguleikunum á liðnum (Mynd: Andrei Antal)

Hóskvøldið komu Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Petur Knudsen, Adrian Rúnason Justinussen og René Shaki Joensen inn. Uttan at tað er váttað, so er tað mest sannlíkt, at tveir, kanska tríggir, av hesum byrja inni í morgin, tá Føroyar fara eiftir trimum stigum. 

Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder