Fótbóltur

- Hetta er ein spennandi kapping millum okkum

Gott at hava fleiri málverjar sum gera tað væl, staðfestir Teitur Matras Gestsson. Hann, Mattias Lamhauge og Bárður á Reynatrøð vilja allir framat men stuðla eisini hvørjum øðrum.

- Eg havi ikki spælt meg av liðnum, staðfestir Bárður á Reynatrøð. Teir tríggir føroysku málverjarnir stuðla hvørjum øðrum - men kappast sanniliga eisini (Mynd: Sverri Egholm)

- Eg havi ikki spælt meg av liðnum, staðfestir Bárður á Reynatrøð. Teir tríggir føroysku málverjarnir stuðla hvørjum øðrum - men kappast sanniliga eisini (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-08 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Fyrst og fremst skulu vit gera "ein góðan figur", og so skulu vit helst hava seks stig inn á kontuna.

Hetta staðfest Bárður á Reynatrøð fyri Portalinum á Tórsvølli fyrr í dag. 24-ára gamli leirvíkingurin spældi báðar dystirnar í september.

Tá vóru Mattias Lamhauge (25 ár) og Teitur Matras Gestsson (32 ár) skaddir. Nú eru allir tríggir, sum mugu metast sum teir bestu tøku í Føroyum, í hópinum. 

Sí eisini: Myndir: Vandu í nógvum vindi

Hóast Bárður als ikki "spældi seg av liðnum seinast", so er heldur ilt at siga, hvør fær valið til dystin móti Armenia á Tórsvølli hóskvøldið - og til lykladystin móti Lettlandi sunnudagin. Mattias Lamhuage var fyrsti málverji í fjør, tá Teitur Matras Gestsson var heldur skaðadarvaður.

Portalurin tosaði við allar tríggjar málverjarnar um støðuna.

Bárður á Reynatrøð, Víkingur - 7 dystir og 10 mál latin inn:

- Tað eru tríggir góðir málverjar við, sum allir kunnu spæla. Eg haldi ikki, at eg havi spælt meg av landsliðnum uppá nakran máta. Eg havi spælt væl í mínum dystum, og Mattias og Teitur hava eisini spælt væl. Í øllum førum fara teir báðir, sum ikki spæla, at stuðla honum, ið byrjar. Vit eru kappingarneytar men eisini ein eind sum málverjar.

- Frá seinnu hálvu í fjør hava vit bert latið eini 20 mál inn við Víkingi. Kenni tað so, at eg havi ment meg og eri i øllum førum til reiðar at spæla.

[object Object]
Bárður á Reynatrøð takkar áskoðarunum á Tòrsvølli eftir seinasta heimadyst, har hann hevði serliga eina stórbjarging (Mynd: Sverri Egholm)

Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (DK) - 8 dystir og 10 mál latin inn : 

Fysiskt og mentalt føli eg meg væl fyri nú. Havi ikki fingið nakrar dystir seinastu tíðina - eftir skaðan - men venji á høgum stigi í Fredericia. 

- Hugsi ikki um kappingina millum okkum tríggjar. Vit royna altíð at stuðla hvørjum øðrum og royna at verða betri, fyri hvønn dag sum gongur. So má venjaratoymi taka avgerð um, hvør spælir - og so stuðlar man honum, ið verður valdur.

[object Object]
Mattias Lamhauge spældi fleiri góðar landsdystir í fjør, og Fredericia fekk fatur á honum. Havnarmaðurin noyddist tó at lata seg skifta út fyri Bárð á Reynatrøð í Albania í november - Mattias hevur fyri kortum aftur verið skaddur og hevur tískil spælt lítið síðani seinastu mánaðirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teitur Matras Gestsson, HB - 23 dystir og 39 mál latin inn: 

- Hevði eina super venjing í gjár. Føli meg væl fyri aftur, og tað byrjar veruliga at líkjast.

- Hetta er ein ordiliga spennandi kapping millum okkum tríggjar. Nú eri eg so gamal, so kann siga at tað er ógvuliga gott, at Føryar hava fleiri málverjar, sum gera tað væl og fleiri, sum eru á veg. Tá tað er sagt, so vil man hvør í sær altíð spæla og gera alt fyri tað. Tí tað er ikki so øðiliga stuttligt at vera við og ikki spæla - sjálvt um man stuðlar honum, ið spælir.

[object Object]
Høvuðsvenjarin hyggur at, meðan teir tríggir málverjarnir venja saman við Geza Turi, mámansvenjara. Her er ein avgerð at taka...

Málverjarnir í landsliðshópinum hava framvegis einki fingið at vita um, hvør spælir hósvkøldið - í øllum førum kunnu teir ikki siga tað alment.

Tað er helst ikki ósannlíkt, at ein útskifting verður á málverjuplássunum til seinna dystin - hetta hevur Håkan Ericson gjørt nakrar ferðir. 

Tøl: FaroeSoccer

-----------------------------------------------------------------

Sí eisini - video: 
Brandur og Bjartalíð: - Skulu hava seks stig hesa vikuna
Hanus Sørensen: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum

Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia

Atgongumerki

4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland

Atgongumerki

Støðan: 
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *

Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.

Sí eisini: 
René royndi seg á vøllinum í dag
Sonni Ragnar aftur innkallaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder