Í løtuni sær tað út til at vera eitt ivamál í hópinum hjá Håkani Ericson og toymi til týðandi heimadystirnar í vikuni.
René Shaki Joensen fekk eitt slag í hælin í dystinum í Lettlandi 10. september. Síðani hevur 31-ára gamli havnarmaðurin bert spælt samanlagt hálvan tíma við KÍ - vegna hælin og av persónligum ávum.
René varð úttikin í síðstu viku, og væntað verður at hann fær spælt ein leiklut. Maðurin við 56 A-landsdystum vandi tó ikki saman við hinum í gjár. Hann var fyri tað mesta á súkkluni og gjørdi øvilsir saman við Rickardi Dahan, fysioterapeuti.
Sí eisini: Myndir: Vandu í nógvum vindi
Taktisk og verklig fyrireiking á Tórsvølli í gjár - René var tó nógv fyri seg sjálvan (Myndir: Sverri Egholm)
Portalurin hevur fingið upplýst, at René Shaki Joensen í dag skal royna at venja á vøllinum. Eftir hetta verður tað greiðari, um KÍ-spælarin fær spælt ein leiklut móti Armenia hóskvøldið.
René byrjaði inni í teimum báðum fyrstu dystunum í bólkinum. Hann kann røkja so at siga øll pláss á vøllinum, og verður fyri tað mesta nýttur á miðvøllinum ella á bakkinum á landsliðnum.
Føroyum tørvar stig hesa vikuna. Liðið venur aftur á Tórsvølli tíðliga seinnapartin.
Sí eisini - video:
Brandur og Bjartalíð: - Skulu hava seks stig hesa vikuna
Hanus Sørensen: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia
Atgongumerki
4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland
Støðan:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *
* Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald