- Samuel Chukwudi úr HB er blivin sjúkur og mett verður, at hann ikki verður nóg birgur til at spæla landsdyst í næstum. Í staðin hevur Håkan Ericson úttikið Sonna Ragnar Nattestad.
Hesum boðaði Fótbóltssamband Føroya frá fyri løtu síðani.
Samuel byrjaði inni í báðum dystunum í síðsta mánaða. Harvið skal Håkan Ericson finna eina aðra loysn og ein annan makkara til Andrias Edmundsson.
Samuel Johansen Chukwudi í dystinum í Riga, sum Føroyar taptu 1-0. Okkara skulu royna at løna aftur uttan miðverjan úr HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Myndir: Vandu í nógvum vindi
At Odmar Færø byrjar inni annan dystin á rað er eitt gott boð. Royndi miðverjin hevur ikki spælt nógv í 2024 men er nú komin fyri seg eftir drúgva skaða. Hørður Askham úr næstbestu donsku deildini er ein møguleiki. Gunnar Vatnhamar hevur seinastu árini staðið seg væl sum miðverji í Víkingi í Føroyum og í Víkingi í Íslandi, men tað er sjálvdan, at leirvíkingurin spælir aðrastaðni enn á miðvøllinum á landsliðnum.
Sonni Ragnar Nattestad hevur ikki havt so stóran leiklut á A-landsliðnum seinastu árini. Hann byrjaði seinast inni í Kekkia á fjør, tá Føroyar spældu við trimum miðverjum. 30-ára gamli miðvingurin fekk sínar fyrstu minuttir á landsliðnum í 2013 og er higartil skrásettur fyri 48 dystir og trý mál fyri Føroyar.
Í løtuni er René Shaki Joensen ivamálið í hópinum. KÍ-spælarin hevur trupulleikar við hælinum men venur við í dag. Landsliðið venur aftur klokkan 13 - í betri veðurlíkindum enn í gjár.
Sí eisini: René skal royna seg á vøllinum í dag
Sí eisini - video:
Brandur og Bjartalíð: - Skulu hava seks stig hesa vikuna
Hanus Sørensen: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia
Atgongumerki
4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland
Støðan:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *
* Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald