Søgur hava verið frammi um eitt skifti seinastu tíðina, og í gjár bórust tíðindi úr Danmark um, at ein avtala var uppá pláss millum KÍ og Lyngby BK um Magna Hoseth. 43-ára gamli norski venjarin gjørdist samdur við Superliga-felagið týsdagin, sambært bold.dk.
Mett varð - millum annað á Portalinum - at keypið fór at verða kunngjørt í dag, og soleiðis varð. KÍ skrivar á heimasíðu sínari, at eftir eitt ótrúliga spennandi, hendingarríkt og minningarríkt kappingarár, sum fer í føroysku fótbóltssøgubøkurnar hevur Magne Hoseth gjørt tvey og eitt hálvt-ára sáttmála við Lyngby: Danska superliga felagið hevur keypt venjaran leysan úr KÍ.
- Við slíkum avriki sigur tað seg sjálvt, at boð eru eftir okkara venjara aðrastaðni, ásannar Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Tummas Lervig hevur havt stuttar útsagnir á ki.fo. Hann, næstformaðurin, Rúni Heinesen (t.h.) og hini í nevndini hava aftur úr at gera (Mynd: Sverri Egholm
Magne Hoseth gjørdist føroyameistari við KÍ, men tað sum sum serliga stendur eftir eru søguligu úrsltini í Evropa, har millum annað fýra sigrar vaktu stóran ans (Mynd: Sverri Egholm)
Magne Hoseth sigur, at hann er serstakliga takksamur fyri, at KÍ satsaði upp á ein óroyndan venjara fyri einum ári síðani, tí hann hevði ongar royndir sum høvuðsvenjari, tá ið hann kom til Klaksvíkar. Hann leggur dent á, at hetta hevur verið ein trupul avgerð.
- KÍ fer altíð at hava eitt serligt pláss í hjarta mínum og øll tey fantastisku fólkini, ið arbeiða fyri felagið
Lyngby kunnger nýggja venjaran á hendan hátt
Formaður felagsins ynskir á ki.fo Magna Hoseth bestu eydnu og takkar fyri góða samstarvið og framúrskarandi kappingarárið. Nú verður hugt frameftir, og nevndin hevur síðstu dagarnar arbeitt við at finna ein nýggjan venjara. Slørið verður tó ikki í lyft, í mun til nær nakað verður kunngjørt.
- Samráðingar eru ígongd og tíðin kemur at vísa nær vit avdúka, hvør nýggi venjarin hjá KÍ er, sigur Tummas Lervig, formaður.
Sum Portalurin skrivaði í gjárkvøldið, liggur tað í kortunum, at talan aftur verður um ein norskan venjara. Helst er tað ein, ið hevur fleiri royndir enn Magne Hoseth hevði, áðrenn hann kom til Klaksvíkar. Sambært fleiri keldum hjá okkum bendir tað mesta á, at talan verður Eirik Bakke, og at hetta heilt skjótt er uppá pláss. Christian Michelsen hevur eisini verið nevndur.
Sí eisini: KÍ kunnger helst nýggjan venjara áðrenn vikuskiftið
Danskur miðil: Metstór upphædd og serstakur klasulur
Tað hevur verið dúligt gitt, hvussu stóra upphæddi Magne Hoseth fer fyri. Danska Tipsbladet skrivar í kvøld, at talan er um 400.000 krónur, og er hetta met fyri KÍ. Tipsbladet skrivar eisini, at við í avtaluni er, at Lyngby ikki sleppur at keypa nakran spælara frá KÍ í 2024.
Í fjør fóru Mikkjal Thomassen og Jóannes Bjartalíð til Frederikstad, og Elisabeth Vang, fysiskur venjari er nú eisini farin har. Tað er framvegis ivamál, um Jákup Biskopstø Andreasen fer uttanlands ella ikki at spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald