- Vit høvdu møguleikan væl liggjandi í okkara hondum, men tóku ikki av.
Hetta staðfesti Pernille Brandenborg, liðskipari, fyri Portalinum eftir tapið í Portugal sunnudagin.
Sí eisini: Jana Mittún: - Veit ikki um vit skulu taka okkum saman - men hava i øllum førum nógv at hyggja uppá
Við sigri sunnudagin høvdu Føroyar við umleið 99 prosent vissu vunnið sær pláss í EM-endaspælinum 2026.
Men við bert átta málum, hóast 24 skot, fyri steðginum, einum gagnnýtisprosenti á 47 prosent samanlagt og 13 tekniskum villum verður torført at vinna dystir. Hóast hitt liðið ikki skorar fleiri enn 25 mál.
Les eisini: Annika og Brynhild við til at broyta dystin - Føroyar brendu yvir helmingin av skotunum
- Skulu lyfta stigið til lagnudystin móti Íslandi
![]()
Føroyar misnýttu nógvar møguleikar og mistu møguleikan at so gott sum staðfesta endaspælsplássið (Mynd: Sverri Egholm)
Tað nyttar tó ikki at gráta yvir spilta mjólk, og sjálvsransaknin fór í gongd í sekundunum eftir dystin, og góðir møguleikar eru framvegis at røkka EM í desember.
Góði stríðsviljin í 2. hálvleiki í Porto, har man vendi minus 9 (eftir 34 minuttir) til minus 2 (endaliga úrslitið), ger, at Føroyar framvegis eru frammanfyri Portugal. Hetta vegna betri innanhýsis úrslit - føroysku kvinnurnar vunnu við fýra málum í heimadystinum
Tað kann fáa stóran týdning. Millum annað tí Portugal hevur tveir truplar dystir eftir: Móti Montenegro og í Íslandi. Í síðstnevnda fáa kappingarneytarnir hjá Føroyum um 2. plássið jú heldur ikki báðir fult, so um føroysku kvinnurnar knógva Íslandi við Tjarnir 8. apríl, so burdi EM-plássið ikki verið í vanda.
![]()
![]()
Føroyar vunnu 24-22 í Íslandi í 1. umfari í kappingini (15. oktober 2025). Síðani hava íslendingar vunnið ein venjingardyst á Føroyum og við trimum málum í HM-endaspælinum.
Tað kann vera nóg mikið hjá Føroyum at spæla javnt móti Íslandi um fýra vikur - ella tapa við einum máli.
Undankappingin til EM 2026 - bólkur 4
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - seks umfør skulu spælast
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Føroyar og Ísland spæla við Tjarnir um ein mánaða, 8. apríl. Vinna Føroyar tá, at EM-plássið í hús, ella so gott sum tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald