
Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum
Í dag, sunnudagin 30. juni
17.00: Ongland - Slovakia
20.00: Spania - Georgia
Ongland og Spania eru stórfavorittir í kvøld móti ávíkavist Slovakia og Georgia. Eingin ivi er um tað.
Onland hevur tó ikki víst góðar taktir í Týsklandi - hóast liðið hjá Southgate vann bólk sín uttan at tapa nakran dyst. Tvey mál og lítið sannførandi spæl. Tað tykiskt sum leitað verður eftir røttu samansetingini og balansunai, so at stóru stjørnurnar skulu eydnast
Spania hevur higartil spælt ógvuliga væl og er einasta liðið í endaspælinum, sum hevur vunnið allar sínar dystir (Kroatia, Italia og Albania) Spaniólar hava heldur einki mál latið inn enn. So er spurningurin, um tað riggar nú tað er "vinn ella far-heim".
Dystirnir í dag eru púra avgerandi fyri, um EM hjá Onglandi og Spania kann gerast gott ella eitt slag av fótbóltsvanlukku í stoltu londunum. Fyri Slovakia og Georgia er talan um bonusdystir.
Tey hava staðið fyri størstu skelkunum higartil: Slovakia móti Belgia og Georgia móti Portugal. Serliga georgar, sum eru við fyri fyrstu ferð, eru ógvúliga óvæntað millum tey seinastu 16. Liðini eru vælskipað og skulu royna at gera tað so tungt sum møguligt hjá stórfavorittunum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald