Fótbóltur

Altjóðagera leikvøllin við Djúpumýru

Í Klaksvík verður í løtuni nógv gjørt kring fótbóltsvøllin, og ætlanin er at gera meira í nærmastu framtíð.

Arbeiði við Djúpumýru er í gongd
(Mynd: ki.fo)

Arbeiði við Djúpumýru er í gongd (Mynd: ki.fo)

2019-02-15 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarárið í fótbólti nærkast, og fyrireikingarnar eru fult í gongd kring landið. Í Klaksvík er gongd á arbeiðnum kring vøllin við Djúpumýru. 

Evsta mál er at fáa vøllin altjóða góðkendan, so at til dømis evropeiskir dystir kunnu spælast í Klaksvík. Tað fyrsta, og tað sum er í gongd nú, er at fáa girðingarnar longri burtur frá vøllinum. Tað verður klárt at spæla fótbólt 10 mars, men arbeiði við tí fer at taka longri. 

Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at nýggj ljós koma eftir ætlan við Djúpumýru seinast í apríl, nýtt graslíki verður lagt á í summar, arbeitt verður at fáa sprinklarar, og nýggja skýlið (Bláaskýlið) skal standa liðugt í heyst.

Les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder