Fótbóltur

Ancelotti vann í fyrstu royndini

Hinvegin megnaði Mikel Arteta bert javnleik í fyrstu royndini, meðan Chelsea tapti óvæntað á heimavølli.

Carlo Ancelotti vann í fyrstu royndini sum Everton venjari (Mynd: EPA)

Carlo Ancelotti vann í fyrstu royndini sum Everton venjari (Mynd: EPA)

2019-12-26 17:20 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Átta dystir eru á skránni í Premier League í dag. Fyrr í dag vann Tottenham á Brighton.

Les eisini: Tottenham vendi 0-1 til 2-1

Seks dystir byrjaði klokkan 15, har Carlo Ancelotti og Mikel Arteta á fyrsta sinni skuldi standa á odda fyri ávikavist Everton og Arsenal.

Arsenal var á vitjan á hjá Bournemouth. Hóast Arsenal sat á spælinum tað mesta av fyrra hálvleiki, var tað heimaliðið, ið legði seg á odda tíggju minuttir fyri steðgin tá Dan Gosling skoraði. Í 63. minutti javnaði Pierre-Emerick Aubameyang til 1-1. Seks minuttir seinni fekk Alaxandre Lacazette ein stóran møguleika, men ein verjuleikari fekk sett ein fót fyri í síðstu løtu. Bournemouth megnaði  t fáa bóltin í netið í seinna hálvleiki, men málið var kolldømt fyri rangstøðu. 1-1 gjørdist endaliga úrslit, og tískil fekk Mikel Arteta bert eitt stig í fyrstu royndini sum Arsenal venjari.  

Carlo Ancelotti fekk eina góða byrjan sum Everton venjari, tá liðið á heimavølli vann 1-0 móti Burnely. Everton hevði bóltin nógv meira og sat fullkomiliga á spælinum. Sigursmálið kom tó ikki fyrr enn  tíggju minuttir fyri leiklok, tá Dominic Calvert-Lewin skoraði.

Chelsea tók á heimavølli ímóti Southampton. Her vóru tað gestirnir úr Southampton, ið heilt óvæntað, men uppiborið vunn udystin. Chelsea byrjaði betri og sat á spælinum, men menninir hjá Lampard vóru ikki nóg hvassir á seinasta triðinginum. Eitt korter fyri steðgin vóru tað gestirnir úr Southampton, ið løgdu seg á odda við málið frá Michael Obafemi. 0-1 var eisini hálvleiksstøðan. Tá 71 minuttir vóru farnir av dystinum skoraði Nathan Redmond til endaliga úrsliti 0-2 eftir eitt mótálop. Hóast Chelsea vann á Tottenham beint undan jólum, so er liðið í einari ringari gongd: Fimm tap í teimum seinastu sjey Premier Leagu dystnum. Tískil er alt framvegis opið um fjórða plássi.

Klokkan 17.30 tekur Manchester United ímóti Newcastle, meðan toppdystur verður klokkan 20.00 ímillum nummar tvey og eitt, tá Leicester tekur ímóti Liverpool.

Premier League, 19. umfar
Boxing Day, 26. desember

Tottenham – Brighton 2-1 
Aston Villa – Norwich 1-0
Bournemouth – Arsenal 1-1
Chelsea – Southampton 0-2
Crystal Palace - West Ham 2-1
Everton – Burnley 1-0
Sheffield United – Watford 1-1

(17.30): Manchester United - Newcaslte

(20.00): Leicester - Liverpool

Í morgin: Wolves - Manchestter City

Støðan: 
1. Liverpool (49 stig)**
2. Leicester (39 stig) *
3. Manchester City (38 stig)*
4. Chelsea (32 stig)
5. Tottenham (29 stig)
6. Sheffield United (29 stig)
7. Wolves (27 stig)
8. Crystal Palace (26 stig)
9. Manchester United (25 stig)* 
10. Newcastle (25 stig) *
11. Arsenal (24 stig)
12. Burnley (24 stig)
13. Everton (22 stig)
14. Southampton (21stig)
15. Brighton (20 stig)
16. Bournemouth (20 stig)
17. West Ham (19 stig)*
18. Aston Villa (18 stig)
19. Watford (13 stig)
20. Norwich (12 stig)

Ein dyst færri*
Tveir dystir færri**

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder