Á aðalfundi við Stórá í Trongisvági í gjárkvøldið gjørdist greitt at formaðurin, André Dalfoss, heldur fram sum formaður hjá aldursforsetanum.
André tók við aftur sum TB-formaður 1. januar í 2023. Síðani er besta mansliðið flutt niður einaferð og upp einaferð, og arbeitt verður við at byggja á í felagnum.
Sí eisini: André eftir uppflytinginga: - Tað snýr seg um at byggja felagið upp (video)
Á fundinum mánakvøldið 16. desember varð øll nevndin mannað
Næstforkvinna og skrivari: Eyðdis Ellendersen,
Nevndarlimur og kassameistari: Maureen Arnadóttir
Nevndarlimur: Einar Petersen
Nevndarlimur: Allan Smedemark
Lagið á fundinum var gott. Felagið er í góðum hondum og framtíðin sær ljós og spennandi út. Felagið er aftur í bestu mannsdeildini og ungdómsdeildin koyrir sera væl, skrivar Tvøroyrar Bóltfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald