
Talan hevur verið um góða byrjan hjá Andriasi Edmundsson og Wisla Plock eftir vetrarsteðgin í næstbestu póllendsku deildini.
Nú hevur liðið spælt fýra dystir, vunnið tríggjar og spælt ein javnan.
Í gjár vann Plock triðja dystin á rað, og Andrias var fyri aðru ferð í ár við at halda málið reint.
Eins og í hinum trimum kappingardystunum í 2025, spældi 24-ára gamli toftamaðurin 90 minuttir í trý-mans miðverjuni hjá pólska liðnum.
Talan var um ein sterkan 3-0 sigur á Termalica, sum liggur á 2. plássi. Tað var 2-0 í steðginum, og málið til 3-0 kom í yvirtíðini.
Til ber at síggja hæddarpunkt HER
Nú hevur Wisla Plock fimm stig upp til 1. og 2. plássi, sum geva beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Andrias Edmundsson og teir eru nummar trý. Nummar 3-6 enda í uppflytingar play-off eftir tey 34 umførini.
Talan er um eitt gott tíðarskeið hjá føroyska miðverjanum, sum í gjár varð úttikin til HM-undankappingardystirnar í Kekkia og Montenegro seinni í mánaðinum. Andrias Edmundsson hevur verið fastur í miðverjuni hjá Føroyum síðani seint í 2023. Hann og Plock hava ein dyst eftir undan landsliðssteðginum
Sí eisini: Eyðun Klakstein: - Spælarar í bestu árum skulu fáa størri leiklut
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald