
- Tað verða tvær truplar uppgávur á útivølli, og tað kemur at líkjast tí, sum vit møttu í Armenia og Norðurmakedónia november. Tó so er Kekkia nakað betri enn hesi liðini. Vit skulu fyrst og fremst vera sterkir í vejrustøðu og so eisini megna at hótta.
Soleiðis setti Eyðun Klakstein orð á uppgávurnar, sum føroyska A-landsliðið hevur fyri framman seinni í mánaðinum. Tær eru á útivølli, og talan er um fyrstu uppgávurnar í HM-undankappingini.
1. umfar, leygardagin 22. mars
Kekkia - Føroyar
2. umfar, týsdagin 25. mars
Montenegro - Føroyar
Nýggi høvuðsvenjarin hjá Føroyum setti orð á valini í úttøkuni; um tað at Árni Frederiksberg er við aftur, hví Geza Turi varð valdur, og hví royndir spælarar sum Jóan Símun Edmundsson og Sølvi Vatnhamar ikki vóru á listanum.
Sambært Eysturoyarportalinum er Klæmint Andrasson Olsen givin á landsliðnum.
- Her eru nógvir góðir spælarar at velja ímillum, og tí má man velja fleiri dugnaligar frá, staðfesti Eyðun Klakstein í samrøðuna við Portalin.
Hópurin, sum Eyðun Klakstein júst hevur kunngjørt til fyrstu uppgávurnar í undankappingini til HM 2026
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur *
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland) *
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB (leigaður úr FK Bryne)
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Geza David Turi, Geza David Turi *
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Poul Kallsberg, Víkingur
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík *
Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
* Við í mun til seinast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald