
Triðbesta deildin næstseinasta kappingarár, næstbesta deildin hetta árið og eftir summarfrítíðina: Fremsta deildin i fimtstørsta landinum í Evropa. Tíðin hjá Andriasi Edmundsson í pólskum fótbólti hevur higartil verið heilt góð.
Seinnapartin spældi 24-ára gamli toftamaðurin fullan dyst, tá Wisla Plock vann 2-0 á Legnica í play-off finaluni. Andrias helt harvið málið reint - hósdagin skoraði sterki føroyski verjuspælarin í hálvfinaluni.
Plock endaði nummar trý í grundspælinum og harvið beint aftanfyri beinleiðis uppflytararnar. Hetta gav Andrias Edmundsson og teimum fyrimunin við at hava heimavøll til dytirnar. Hetta gagnnýtti liðið.
Uppflytingin er frálík fyri Andrias og føroyskan fótbólt - Ekstraklasa er ein deild á høgum stigi. Í løtuni stendur hon styrkismett sum nummar 15 í Evropa av teimum fremstu deildunum. Hetta er millum annað frammanfyri donsku Superliguni
Í morgin skal landsliðsprofilurin til Georgia í ørindum fyri Føroyar. Hann hevur sáttmála við Wisla Plock fyri 2025/2026 eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald