Fótbóltur

Andrias Edmundsson við at vinna stig á útivølli móti Juventus

Hellas Verona er á veg niður í Serie B, men føroyski miðverjin hevði frálíkt avrik móti mest vinnandi italska felagnum í 1-1 dystinum í dag.

Andrias Edmundsson kemur fyri enn eitt skot hjá Juventus (Mynd: EPA)

Andrias Edmundsson kemur fyri enn eitt skot hjá Juventus (Mynd: EPA)

2026-05-03 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Hon gamla kvinnan (daman)". Juventus. 

Hetta angar av stoltari fótbóltssøgu, og hevur stóra felagið úr Torino millum annað 36 meistaraheiti og tvey Champions League-heiti at vísa á.

Tað er ikki heilt tað "gamla" Juventus í løtuni: Á 4. plássi, 15 stig frá Inter Milan, tað eru seks ár síðani seinasta meistaraheiti, og tað renna ikki beinleiðis heimsstjørnur í svørtum og hvítum.

Tó er talan um eitt sera sterkt lið, og tað er nakað serstakt at royna seg á stóra og søguliga leikvøllinum hjá Juventus - og fáa stig burturúr.

Hetta gjørdi Andrias Edmundsson í dag. Føroyski miðverjin spæli aftur 90 góðar minuttir í miðverjuni hjá Hellas Verona í 1-1 dystinum, har útiliðið legði seg á odda í 34.

Tað var skotin Kieron Bowie, sum kom til felagið nærum samstundis sum Andrias, ið legði Hellas Verona. Innskifti serbiski áleyparin Dusan Vlahovic javnaði við beinleiðis frísparki í 62. minutti.

Sambært hagtalssíðum var Andrias Edmundsson millum bestu spælararnir á vøllinum. 25-ára gamli toftamaðurin vann so at siga allar sínar nærdystir, ruddaði ofta burtur og vísti styrki í miðverjuni. Tí útiliðið kom undir stórt trýst, men nummar fimm við ljósa hárinum var við at standa ímóti.

1-1 og møguliga ein smeitur í royndini hjá Juventus at spæla seg í Champions League næsta ár.

Niðurflytingin hjá Hellas Verona varð veruleiki fyrr í vikuskftinum, tá Lecce vann. Andrias Edmundsson hevur sáttmála við felagið trý ár fram, men áhugi man vera fyri føroyska landsliðsprofilinum aðrastaðni.

Sí hæddarpunktini frá dystinum her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder