Fótbóltur

Andrias, Lukas og Jonn eru við aftur

U21-landsliðið tekur 7. oktober móti Norðurmakedónia í Klaksvík - fimm dagar seinni spæla Føroyar í Ukraina.

Sámal Erik Hentze kunngjørdi hópin og tosaði um komandi dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Sámal Erik Hentze kunngjørdi hópin og tosaði um komandi dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-27 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri júst trimum vikum síðani gjørdi føroyska U21-landslið tað, sum mett varð at vera ógjørligt: At fáa stig móti Fraklandi.

Sí eisini: Steffan Løkin: -Eg helt ikki bólturin fór inn

Tá varð spælt í regninum í Gundadali. Um tíggju dagar verður leikt við Djúpumýru í Klaksvík, har Norðurmakedónia. Tað verður fyrstu ferð, at U21-landsliðið spælir í Klaksvík, og hetta er nakað, ið Sámal Erik Hentze gleðir seg til. Landsliðsvenjarin væntar, at hetta kann gerast eitt grundarstað fyri U21-landsliðið, og vónar at stuðulin verður góður.

Føroyska U21-landslandsliðið skal í oktober eisini spla móti Ukraina á fyrsta sinni. Tað verður á útivølli, og Bagge sigur, at talan verður um tvey sterk lið - á hvør sín hátt.

Til uppgávurnar eru 21 leikarar úttiknir. Merkisvert er, at Andrias Edmundsson, Lukas Giessing og Jonn Johannessen, ið ikki vóru við seinast vegna skaðatrupulleikar, hesuferð eru við. Samuel Johansen Chukwudi og Magnus Holm Jacobsen eru framvegis skaddir, og Bárður á Reynatrøð er ikki tøkur hesuferð vegna skaða, ið málverjin fekk fyrst í mánaðinum.

Málverjar:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Petersen, 07 Vestur

Verjuleikarar:
Børge Petersen, KÍ
Aleksandur Ólavsson Jensen, B68
Áki Johannesen, B68
Andrias Edmundsson, Águilas (Spania)
Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)

Miðvallarar:
Noah Hans Mneney, Víkingur
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Áki D. Samuelsen, HB
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Ragnar Skála (AB)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Áleyparar:
Steffan Abrahamsson Løkin, B68
Jonn Johannessen, KÍ






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder