Fótbóltur

Andrias og Magnus fingu debut

25-ára gomlu verjuleikararnir hjá ávíkavist B36 og HB vórðu skiftir inn í 2. hálvleiki í Spania gjárkvøldið.

Andrias Høgnason Eriksen avloysti Rógva Baldvinsson tíggju minuttir inn í seinna hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

Andrias Høgnason Eriksen avloysti Rógva Baldvinsson tíggju minuttir inn í seinna hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-09 08:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt inn í 2. hálvleik í EM-undankappingardystinum í Gijón í gjárkvøldið fekk Rógvi Baldvinsson trupulleikar við lærkrikanum, og tískil skuldi ein nýggjur maður í verjuketuna. Har var 25-ára gamli Andrias Høgnason Eriksen eitt nátúrligt val.

Sí eisini: 

Fyrstu ferð á vøllinum fyri landsliðið

Miðverjin hjá B36 varð úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni til heimadystirnar móti Spania og Norra í juni. Tá kom hann ikki inn, men í gjár spældi Andrias ein stóran hálvan tíma, og hann kom væl frá sínum fyrsta dysti, har føroyska verjan í løtum var undir stórum trýsti.

[object Object]
Andrias og Magnus til venjing á El Molinón leygardagin - báðir hava spælt nógvar U-landsdystir fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm) 

Magnus Egilsson úr HB var sera støðugur á vinstra bakki hjá HB meistarárið í fjør. Hann varð úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð í august í fjør, og var við til allar  dystirnar í Nations League seinasta heyst. 

[object Object]
Magnus Egilsson fær fatur á bóltinum (Mynd: Sverri Egholm) 

25-ára gamli bakkurin hevur eisini sitið á bonkinum allan dystin á tamb í teimum fimm fyrstu EM-undankappingardystunum í ár. Í gjár varð Magnus skiftur inn til sín fyrsta A-landsdyst. Tað var, tá fýra minuttir restaðu í av teimum 90 minuttunum á El Molinón. Hann kom inn sum vinstri kantur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder