Ellivu umfør og 24 stig. Hetta eru góð tøl hjá Wisla Plock, og røkkur tað fyribils til 2. plássið í næstbestu deildini í Póllandi.
Hetta plássið gevur, eins og fyrsta plássið, uppflyting. Harvið var gott lag á Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum, tá teir vóru á veg heim eftir 1-0 sigurin á útivølli móti LKS Lodz í gjár.
Útivølli skoraði einasta málið í dystinum við fluktara, tá ein tími varð spældur. Lodz hevði møguleika at javna við brotssparki stutt seinni, men skotið fór framvið. Trý stig til Plock, ið hevur sjey stig seinastu tríggjar landskappingardystirnar.
Andrias Edmundsson skifti úr triðbestu pólsku deildini í summar, og hevur høgi toftamaðurin staðið seg væl seinastu mánaðirnar (Mynd: Sverri Egholm)
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast ovast. Andrias Edmundsson (nr. 19) er mittasti av teimum trimum miðverjunum hjá Plock og hevur nakrar góðar verjustøður.
Andrias Edmundsson sat uttanfyri við leikbanni seinasta landskappingardyst. 24-ára gamli toftamaðurin sær annars út til at vera fastur maður á einum góðum liði í einari góðari deild.
Toftamaðurin sær avgjørt eisini út til at vera fastur í føroysku landsliðsmiðverjuni. Andrias og liðfelagarnir skulu vísa nógv í heimadystunum í mánaðinum.
Sí eisini:
Fleiri broytingar í føroyska hópinum til lagnudystir
Video: - Fyrri hálvleikur var vanlukkuligur - skulu vinna heima móti Lettlandi (Samrøða við Andrias í Riga)
Áðrenn hann kemur til Føroya í landsliðsørindum, skal sterki miðverjin spæla heimadyst leygardagin, har Wisla Plock skal royna at byggja á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald