Fótbóltur

Anna Katrina sendi gullið til EBS/Skála

Við tveimum málum frá Onnu Katrinu Mikkelsen, eydnaðist tað felagsliðnum hjá EB/Streymi og Skála at vinna 2-1 í finaluni í vetrarkappingina fyri U15 Gentur.

Genturnar hjá EBS/Skála (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Genturnar hjá EBS/Skála (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2020-02-23 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið varð finalan í Vetrarkappingini fyri U15 Gentur spæld Undir Mýruhjalla á Skála. Úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til heimaliðið, EBS/Skála, sum harvið vann gull, meðan Víkingur mátti taka til takkar við silvuri.

Anna Katrina Mikkelsen legði EBS/Skála á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, og stutt eftir steðgin økti hon til 2-0.

EBS/Skála leiðslan helt sær til beint fyri leiklok, tá Brynhild Janusardóttir minkaði um munin til 2-1. Men Víkingur kom ikki nærri, og so endaði gullið í Sundalagnum og á Skála.

Eftir ætlan skuldi finalan í Vetrarkappingini fyri U15 Gentur spælast fríggjadagin 14. februar, men vegna veður varð finalan útsett.

[object Object]U15 Gentur hjá Víkingi (Mynd: Fótbóltssambandið)

Endaspølini í Vetrarkappingunum fyri U15 Dreingir, U17 Dreingir og U18 Gentur verða spæld í dag.

Skráirnar síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder