
Hon hevði sjálvandi vilja spælt, men ístaðin roynir hoyvíkskvinnan at hjálpa til uttanfyri vøllin, og vónar Annika Fríðheim Petersen at vera til reiðar til eitt møguligt HM-endaspæl í november-desember.
25-ára gamli málverjin hevur verið fastur fúsur á landsliðnum í yvir fimm ár. Hon hevur tó ikki spælt í bestu donsku deildini í seinastuni, har lið hennara, Aalborg í fyrstu syftu bjargaði plássinum. Hetta tí at Annika Petersen er við barn.
Sí eisini: Landsliðsmálverji er við barn
Sí eisini: Skulu spæla um HM-pláss uttan nakrar týðandi spælarar
Eftir ætlan skal Annika eiga í september. Nú er hon í Føroyum fyri at stuðla liðfeløgunum og ikki bert verður dagsins spælari frá EM-javnleikinum móti Kroatia á áskoðaraplássinum við Tjarnir í morgin: Annika Fríðheim Petersen verður eisini við við í ferðalagnum til Litava fríggjadagin.
Annika var til venjingina í dag, har tær í hópinum fingu heilsa uppá hana. Tað gav sanniliga nøkur smíl.
Sí eisini myndir frá dagsins venjing her: Taka seinastu fetini móti stóru uppgávuni við Tjarnir
Sí samrøðu: Fríða: - Eg fari at hjálpa har sum eg kann
Føroyar og Litava spæla fyrra play-off dystin við Tjarnir í morgin, mikudagin 9. apríl, klokkan 19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald